“Teir Gulu Vestarnir” blíva við at gera um seg í Fraklandi. Gulu Vestarnir er ein mótmælisrørsla, sum m.a. krevur størri sosialan javnvág í Fraklandi, og mótmælisfólkini eru ikki nøgd við franska forsetan, Emmanuel Macron.
Í dag hava mótmælisfólk brotið inn í ráharradeildina, har talsmaðurin fyri fronsku stjórnina hevur kontór. Hetta varð gjørt við einum gaffiltrukki, sum breyt portrið upp, so tey umleið 15 mótmælisfólkini sluppu inn í garðin at gera skaða á vindeygu og bilar, skrivar DR.
Talsmaðurin, Benjamin Griveaux, segði aftaná álopið við franskar miðlar, at tað var ikki hann, ið var blivin álopin - men øll republikkin.
Teir Gulu Vestarnir hava seinastu átta vikurnar skipað fyri risastórum mótmælisgongum og tiltøkum í øllum Fraklandi. Franska løgreglan hevur tí havt úr at gera til øll hesi mótmælistiltøkini, sum hava verið bæði harðlig og oyðileggjandi. Mann kennir mótmælisfólkini aftur, tí tey ganga í gulum vestum, og herfrá er navnið eisini komið.
Hendan leygardagin luttóku sambært tíðindastovuni, AFP, upp ímóti 50.000 mótmælisfólk. Í høvuðsstaðnum, París, var talið 3.500. Har vóru fleiri harðligir samanbrestir millum mótmælisfólkini og løgregluna.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur á Twitter skrivað, at hesin harðskapurin er eitt álop á landsins politikarar, umboð og súmbolir.