Gulur veruleiki

ummæli

Kinna Poulsen

 

Gløðandi, cadmiumgula myndin hjá John Kørner hitar betri enn nakar hitaovnur, nú ein hvirla aftrat minnir á, at heldur ikki summarið er endaleyst. Sama er galdandi fyri áhugaverdu, (nokk so) nógv umrøddu summar­fram­sýningina í Norðurlandahúsinum, sum lat aftur í síðstu viku, men sum ikki er farin heilt í søguna allíkavæl. Í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hjá Norður­landa­hús­in­um, verður hon nevniliga fram­sýnd í ymiskum norður­londum komandi ár. Listafólkini, sum eru við á hesi framsýning eru rættiliga ymisk, hvat viðvíkur listarligum úttrykki og royndum og framsýningin er sostatt sera ymislig ikki minst í mun til hvussu tað rættiliga breiða fram­sýningaruppleggið undir heit­in­um [natúrligvís] verður fatað. Danski listamaðurin John Kørner nýtti framsýningar­upp­legg­ið sum høvi til at koma við einari viðmerking til kjakið, ið tók seg upp í sambandi við viðgerðina av grein 266 b. Í hansara hálv­abstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mann­ligar verur dansa saman á eini blágrønari bakgrund, ið bæði gevur hugasamband til leiktjaldið á einum sjónleikarapalli og til eitt landslag. Huglagið er lætt, eins og boðskapurin kundi líkst einum argandi mótmæli móti tí ónátúrliga, avnoktandi hug­burð­inum, summi her heima hava mótvegis homoseksualiteti.

London - Tórshavn

John Kørner (f.1967) kom á triðjaplássi, nú Carnegie Art Award vóru tillutaðar, hóast mong og helst eisini hann sjálvur høvdu væntað, at hann fór at fáa fyrstu heiðurslønina. Í staðin fekk tann væl eldri svenski listamaðurin Torsten Andersson (f.1926) 1. virðisløn fyri sítt konseptuella og sera persónliga málarí, sum m.a. fevnir um avmyndan av standmyndum. Kørner hevur annars verið fyri nógvum viðburði seinastu árini, bæði heima í Danmark, men eisini í altjóða høpi, har hann t.d. er umboðaður á høgt metta gallarínum Victoria Miro í London. Skipasmiðjan í Havn er langt frá London, men tað var harúti í Listahøllini á framsýning hjá Føroya Grafiska Verkstaði, at undirritaða sá og gjørdist full­komiliga skotin í nøkrum gulum steinprentum hjá John Kørner. Myndirnar eru allar figurativar við kliché- ella postkortkendum, føroyskum myndevnum sum t.d. av einum pari í tjóðbúna, útsýni yvir Tindhólmi, føroyskum húsum við flagtaki osfr.

Myndlist er samskifti

Gulu steinprentini vórðu gjørd á Grafiska Verkstaðnum í Gunda­dali í Havn og tað var eisini har, eg hitti listamannin til eitt stutt viðtal í summar. John Kørner hevur seinni árini arbeitt við ymiskum tøkni frá málarí til installatión, veggmálarí osfr. og sigur sín fremsta áhuga liggja í sjálvum dialoginum við áskoð­ar­an, hvørs uppliving er við til at avgera listaverki: “Eg eri sera upp­­tikin av áskoðaranum, hvussu hann fatar og skrásetir mítt úttrykk. Fyri meg er myndlist samskifti og tí er tað umráðandi, at eg royni at seta meg inn í hvussu tað, eg skapi verður uppfatað av móttakaranum”. Í áður­nevndu postkortkendu mynd­um tykist listamaðurin spæla við tær konnotatiónir, sum eru í einum traditionellum myndevni. Hóast minni mát, er hugskotið í grundini ikki ólíkt hugskotinum, sum bulgarski listamaðurin Christo hevði, tá hann í 1995 pakkaði ríkisdagin í Berlin inn í hvítt klæði. Kørner setur í sínum lítla steinprenti Tinganes á gula bakgrund og hetta gevur myndini ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatan­ini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er.

Patos

Saman við tí einfaldaða, flata út­trykkinum og teimum ljósa­reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla natural­ist­iska illusión í myndunum. Men úttrykkið í gulu myndunum er fleirtýðugt. Aftrat øllum tí hugs­aða, er okkurt sansandi og eks­pressivt, ið ávirkar áskoðaran kenslu­liga. Saman við tí grein­andi speiseminum, sveimar ein eftir øllum at døma ósamsvarandi patos yvir hesum myndum, sum eisini eru dekorativar við eini lætt­ari og artistiskari striku. Hetta sæst t.d. á lýsingini av ein­um gongumanni, ið sæst aftanífrá við listamannahári og -skeggi í dekorativum andarisi. Eg spyrji listamannin hvørt tað gula skal fatast konseptuelt, ironiskt, men skilji á andlitsbragdinum, at eg nú havi spurt fýrkantað og býtt. Teinkipausa og so hulisligt svar: “Eg brúki gult í staðin fyri t.d. hvítt. Gult umboðar ein annan veruleika enn hvítt...”. Lista­um­mæl­arin nikkar, tó at hon ikki heilt skilir, men nú er tíðin farin, eisini hjá teimum við gulum bandi, tí listamaðurin skal túr við Norðlýsinum. Í staðin vendi eg aftur til gulu myndirnar eftir svari.