Guðmundur Benadiktsson, millum manna nevndur Gummi Ben er vorðin ein heimssensasjón, sum sjónvarpsfrásøgumaður. Hansara minniliga frásøgn av 2-1 sigursmálinum hjá Íslandi ímóti Eysturríki í bólkaspælinum er farin sína sigursgongd á internetinum, og í skrivandi stund er hann helst kendasti íslendingurin í heiminum.
Gummi Ben hevur tað tó bara, sum freelance-starv at siga frá landsdystunum hjá íslendsksa fótbóltslandsliðnum. Hansara starv hevur verið at verða hjálparvenjari hjá gamla stórfelagnum í Reykjavík, KR, sum liggur fjórðaftast av teimum 12 liðunum í pepsideildini við bara níggju stigum. 11 stig eru upp til liðið hjá Gunnari Nielsen, FH, sum liggur á odda við 20 stigum.
Frásøguhetja ella ikki, so er tað ikki nøktandi fyri gamla stórfelagið í Reykjavík, at teirra lið liggur so niðarliga á stigatalvuni í pepsideildini. So leiðslan í KR hevur tikið avgerð um at sekkja høvuðsvenjaran, Bjarna Guðjónsson Eggert, og tann nú heimskenda hjálparvenjaran, Gummi Ben.
KR hevur tapt tríggjar dystir á rað nú, og seinasta tapið ímóti botnliðnum, Akranesi, sum bert hevur sjey stig var dropin, sum fekk bikarið hjá leiðsluni í KR at flóta yvir.
Gummi Ben fleyg heim aftaná dystin ímóti Eysturríki fyri at verða á beinkinum til dystin hjá KR ímóti Akranesi, men talan gjørdist um eitt stórt antiklimaks í mun til minniliga sigurin hjá íslendska landsliðnum ímóti Eysturríki kvøldið fyri.
Nú er Gummi Ben flogin aftur til Fraklands, har hann skal verða sjónvarpsfrásøgumaður hjá RÚV til áttandapartsfinaluna ímóti Onglandi, sum verður í Nice, mánakvøldið klokkan 20.
Vinnur Ísland seg víðari fáa vit uttan iva enn eina minniliga frásøgn frá Gummi Ben.