Gummiavbjóðingin: Eitt paradís í Andorra

Tjóðarleikvøllur er snøggur, men tað fylgir ein stór avbjóðing við

Tá føroyska landsliðið leygardagin klokkan 17 skal spæla móti Andorra í HM 2018 undankappingini, so verður tað á Estadi Nacional, sum er tjóðarleikvøllurin hjá Andorra. Leikvøllurin liggur mitt í høvðusstaðnum Andorra la Vella.

 

Vøllurin er nógv umtalaður, tí undirlagið er graslíki av tí heldur gamla slagnum. Hesa umberingina brúka flestu av mótstøðuliðunum, tá tey skulu spæla móti Andorra. Spurningurin er bara, um føroysku spælararnir kunnu loyva sær gremja seg um vøllin, tí fleiri av teimum eru umvaksnir á líknandi graslíkisvøllum.

 

Sjálvur leikvøllurin sær út sum eitt paradís í Andorra. Tað hjálpur væl til, at fjallatoppar eru upp fyri báðum endum. In.fo var á tjóðarleikvøllinum og fyribils metingin er, at vøllur helst sær nakað verri út á sjónvarpinum, enn hann er at spæla á. Hetta fáa vit tó ikki staðfest, fyrr enn fríggjadagin, tá liðið venur á Estadi Nacional.