Gundadalur var stúgvandi fullur til útiguðstænastuna 2. Hvítusunnudag í dag.
Útiguðstænastur 2. Hvítusunnudag eru kendar uttanfyri landoddarnar, eitt nú í Danmark.
Fyrstu ferð roynt var at hava útiguðstænastu í Havn var í fjør, og henda guðstænastan var stak væl eydnað. Veðrið var til vildar, nógv fólk vóru komin saman, og løtan var rík.
Ætlanin var, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak, og tí skipa prestarnir í Suðurstreymoy aftur í ár fyri útiguðstænastu 2. Hvítusunnudag klokkan 11 á ovara vølli í Gundadali.
Síggj fleiri myndir frá hesi sermerktu gudstænastu við at trýsta HER
Eisini í ár spælir GHM og Havnar Hornorkestur undir sálmasanginum.
Sum sæst á myndini var Gundadalur stúgvandi fullur í dag.