Gundadalur – ein sorgarsøga

Ólavur Hátún
----

“Mangt skulu oyruni tola”, datt mær í hug, nú eg í áðni hoyrdi Poul Michelsen breiða seg í útvarpinum um, hvussu frálíkt hansara bragd var, tá hann fekk syndrað ætlanina um eitt veruligt stadion uppi í Gundadali.
Sum Magnus Hansen nevndi, so tók okkara fyrsta býráð við M.A.Winther sum formanni í 1908 ta framskygdu avgerð at friða allan Gundadal millum Varðagøtu og Hoydalsveg til frítíðar- og ítróttaendamál.
Skráin millum Varðagøtu og núverandi Gundadalsveg lá tá sum ódyrkað og óbygt øki, og menn komu til býráðið við umbøn um leigutraðir har, so tey kundu hava kúgv og fáa mjólk til børnini. Tann skipanin komin væl í lag, so nú kemur maður, sum fegin vil ogna sær trøð burtur av hesum almenna øki. Hugflogið hevur tá ikki verið tað sama í býráðnum sum undir mentamanninum Mads A. Winther, og við ein brest varð allur hesin skrái, har ætlanin var at leingja viðalundina norðureftir, latin privatum.

Hugskot hava verið frammi um eitt komandi stadion í Gundadali, m.a. hevði – sum Magnus Hansen nevndi í morgun – Palli Gregoriussen, arkitektur sett upp eina ætlan í 60-árunum, men miðskeiðis í 80-árunum tóktist verulig gongd at koma í, tá arkitektastovurnar Albert Isfeld & Gudmund Hansen, Árni Winther og Suni Dalsgaard, í samráð við Gunnar Hoydal og Heðin Mortensen umboðandi býráðið, í felag gjørdu eina stadionætlan, sum fekk navnið Tórsvøllur, og sum við stórum áhuga frá fólki varð sýnd alment fram.
Men eitt var at hava stadion á pappíri, annað at seta ætlanina í verk. Óheppið var tað tá, at dynamiskur harri sum Poul Michelsen fekk gjørt Tórsvøll til sína søk. Hann og vinmaðurin Jógvan Páll Lassen, báðir eldhugaðir HB-arar, hava tá eyðsýniliga lagt upp ráð saman, at á Tórsvølli skuldi ikki vera annað enn fótbóltur. Teir fingu vind í seglini frá fótbóltsentusiastum – teirra millum eisini býráðslimum -, tá føroyska fótbóltslandsliðið vann søguliga dysrin í Landskrona móri Eysturríki. Men helst mundu vit vera enn fleiri, sum harmaðust um, at Tórsvallar-ætlanin skuldi tódna til bara at hýsa fótbólti.
Fingu vit tá í lag ein fund um málið, har allir, sum tóku orðið, staðiliga mæltu til ikki at byrgja fyri fyriliggjandi heildarætlan. Áheitan varð eisini latin býráðnum frá øllum skúlum í Havn um ikki at beina fyri teimum ríku møguleikum hjá skúlaungdómi og almenninginum, sum lógu í prýðiligu arktektaætlanin um eitt veruligt stadion í býnum. Eisini savnaðust at kalla øll ítróttafeløg í býnum um eina áheitan á býráðið um at vísa skynsemi. Men so væl stútaði Poul Michelsen fyri sær, at Mentamálanevndin, við núverandi løgmanni Kaj Leo Johannesen sum innskiftum formanni, samtykti, at Tórsvøllur – navnið tikið frá arkitektunum – bara skuldi hýsa fótbólti.
At Poul í sínari tileggjan fór óreiðiliga fram, tá hann alment vissaði um, at tey genialu undirsløg undir ákoðararampan, sum hann hevði funnið í útlondum, og sum ikki kundu bera ynskiligt skýli, lættliga kundu takast niður eftir royndartíð, skal eg ikki lata vera við at nevna. Tað snúi seg ikki bara um suðursíðuna, sum Poul umtalaði í morgun.
Frumítróttin hevur nú fingið sítt við stásisligu Tórsbreyt. Men hópin bíligari hevði hon verið, og nógv betur hevði hon ligið á Tórsvølli, har tað altíð er lívd, enn “Uppi á Stormi”, sum økið hinumegin ber navn av. Dugi illa at hugsa mær, at hesin vøllur verður góðkendur til altjóða kappingar, har serliga renning og kast ikki verða viðurkend, um nakað lot er við ella ímóti.
Vónandi fer ikki at roynast so.