Hetta var dagurin hjá stóru feløgunum í Gundadali.
HB vann fyrr í dag 2-1 í Klaksvík. Tað ber við sær, at HB hevur vunnið seg upp á 61 stig, og at HB er sekstan stig frammanfyri KÍ, sum er næstfremst. HB hevur vunnið FM fyri 23. ferð, og HB hevur fýra dystir at taka stigametið.
B36 eigur metið við 67 stigum. Um tað eydnast HB at vinna fleiri enn seks stig tilsaman á útivølli ímóti EB/Streymi og Skála, og í Gundadali ímóti B36 og Víkingi, so fer HB at seta met í stigum.
Í kvøld hevur B36 vunnið 5-1 í Gundadali ímóti EB/Streymi, sum saknaði fleiri av føstu monnunum. Tað gjørdi B36 eisini, men spælbýtið og leikgongdin vístu, at bonkurin hjá B36 er væl betri trimmaður enn bonkurin hjá EB/Streymi.
Hugin Samuelsen var flúgvandi fyrstu løtuna. Hann skoraði fyrsta og triðja málið, og hann legði upp til 2-0 málið, sum Benjamin Heinesen skoraði. Tá ið eitt korter var farið, og støðan var 3-0, sá tað út til, at talan fór um at vera stóran heimasigur.
Michal Przybylski økti til 4-0, men so minkaði fyrrverandi B36 spælarin Gestur B. Dam um munin.
Í seinna hálvleiki tók B36 sær meiri av løttum. Meinhard E. Olsen skoraði eitt mál, og so vann B36 5-1.
Sigurin ber við sær, at B36 nú hevur 43 stig ella sama stigatal sum NSÍ. Málmunurin hjá NSÍ er betri, enn hann er hjá B36, og tí er NSÍ á triðja plássi.
B36 eigur útsettan dyst ímóti 07 Vestur. Hann verður í Gundadali nú mikukvøldið. Um tað eydnast B36 at vinna fulla úrtøku, so verður árstalsfelagið undan 24. umfari nummar tvey við 46 stigum ella einum stigi fleiri enn KÍ.
Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum var í Klaksvík í dag, tá ið HB longu í 23. umfari tryggjaði sær 23. FM heitið.
B36 – 07 Vestur 5-1 (4-1)
1-0: Hugin Samuelsen
2-0: Benjamin Heinesen
3-0: Hugin Samuelsen
4-0: Michal Przybylski
4-1: Gestur B. Dam
5-1: Meinhard E. Olsen
KÍ – HB 1-2 (0-0)
0-1: Ari Mohr Olsen
0-2: Jógvan Skeel Nolsøe
1-2: Kristoffur Jakobsen
Víkingur – Skála 2-2 (0-1)
0-1: Søren B. Nielsen
0-2: Brian Jakobsen
1-2: Philip Djordjevic
2-2: Adeshina Lawal
AB – 07 Vestur 1-2 (0-1)
0-1: Ken Fagerberg
0-2: Sonny Jakobsen
1-2: Jobin Drangastein
Suðringar – NSÍ 2-2 (2-1)
0-1: Árni Frederiksberg
1-1: Pape Mamadou Faye br
2-1: Dánjal Godtfred
2-2: Árni Frederiksberg
HB | 23 | 20 | 1 | 2 | 49 | 16 | 61 |
KÍ | 23 | 14 | 3 | 6 | 39 | 18 | 45 |
NSÍ | 23 | 13 | 4 | 6 | 47 | 20 | 43 |
B36 | 22 | 13 | 4 | 5 | 48 | 28 | 43 |
Víkingur | 23 | 11 | 5 | 7 | 37 | 30 | 38 |
Skála | 23 | 7 | 5 | 11 | 25 | 32 | 26 |
Suðringar | 23 | 6 | 4 | 13 | 23 | 37 | 22 |
EB/Streymur | 23 | 4 | 8 | 11 | 25 | 41 | 20 |
07 Vestur | 22 | 4 | 1 | 17 | 22 | 56 | 13 |
AB | 23 | 3 | 3 | 17 | 11 | 48 | 12 |
24. umfar
Sunnudagin 30. september
KÍ - AB
EB/Streymur - HB
Víkingur - B36
NSÍ - 07 Vestur
Suðringar - Skála