TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen aftaná 0-6 tapið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Portugal á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Gunnar Nielsen harmast um, at hann ikki fekk hjálpt liðnum við fleiri bjargingum. Serliga harmur er hann um, at hann ikki bjargaði skotinum frá Cristiano Ronaldo, sum hann fekk hondina á. Gunnar Nielsen heldur, at á einum góðum degi hevði hann bjargað skotinum.
Gunnar Nielsen slær tó fast, at góðir dagar koma aftur, og tapið í kvøld skal ikki steðga góðu menningini, sum hevur verið seinastu árini.