Gøtumenn hava tryggjað sær undirskriftina hjá Gunnar Nielsen, sum tey bæði seinnu árini hevur spælt við ÍF. Gunnar kom til ÍF, tá teir í fyrraári styrktu sær um hópin móti kappingarenda. Í fjør var hann ikki í so stóran mun partur av hópinum, men hetta komst mest av einum vøddaskaða í búkinum, sum áhaldandi argaði.
Hóast danska navnið, so er talan um argentinskan spælara, sum tó hevur danskar røtur í abbanum. Gunnar spælir fyri tað mesta á framrættaða miðvøllinum, men kann eisini nýtast í álopinum.