Startur og mál vóru við Føroya Studentaskúla í Hoydølum, og súkklað varð í sjálvari Viðarlundini, á gøtunum við Boðanes og á gøtunum kring Plantusøluna, og niðan móti Svartafossi.
Teinurin var góðar 41 km, og bleiv súkklaður á einari leið, sum var beint yvir 5 km.
9 fjallasúkklarar møttu til kappingina, 8 menn og 1 kvinna. Súkklararnir fylgdust alt fyrsta umfar, ein sokallaður master startur.
Beinan vegin farið var út á annað umfar legði Gunnar Dahl-Olsen seg í oddin. Helgi Winther Olsen royndi at hanga í honum, men hesaferð var Gunnar í essinum, hann lat ongan koma sær nær, og vann seg bara longur og longur frá hinum. Helgi lá líka tryggur á øðrum plássinum, og við sínum framúr teknikki lat hann heldur ongan iva vera um, at eingin skuld itaka tað frá honum. Triði maðurin var Torkil Veyhe, sum vit mest kenna frá landsvegasúkkling. Sjálvt um hann súkklaði væl, so var tað teknikkurin hjá teimum báðum framman fyri, ið vann.
Aftan á eina varna byrjan, súkklaði Súsanna Skylv Sørensen seg fram gjøgnum riðilin, og legði seg mitt í rúgvuna á eitt 4 pláss. Hetta var so at siga einasta broytingin aftaná Masterstartin.
Høgni Øster og Kári Simonsen royndu at fylgja henni, men máttu bara lata hana fara. Longur afturi í riðlinum vóru Eli Christiansen, Hans Egholm og Evald Rasmussen við at finna síni pláss. Eli, sum punkteraði beint áðrenn kappingin byrjaði, punkteraði aftur í endanum á øðrum umfari og gavst.