Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er til reiðar at takla Andorra. Tað verður lagt upp til ein dyst, ið kann blíva hart spældur. Skilt á tann hátt, at tað er torført at fáa flótandi spæl á vøllinum, og tí verður talan um nógvar tvídystir.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
- Hetta kann blíva til eitt kríggj, men fáa vit bóltin at ganga, so hava vit ein góðan møguleikan, men vit hava sæð dystir hjá teimum og tað sær ikki altíð so pent út. Hetta kann blíva ein bardagi, sigur Gunnar Nielsen.
Les eisini: Liðskiparin hevur orðið
Eins og hinir í landsliðshópinum, so vil landsliðsmálverjin ikki geva vøllinum skyldina. Aðrir spælarar hava eisini víst á, at tað eru bara fá ár síðani, at vit høvdu líknandi vøllir í Føroyum.
- Vøllurin er ikki tann besti, men tað er vøllurin á Tórsvølli heldur ikki. Vit uppliva eisini, at lið koma til Føroyar og grenja eitt sindur um tað. Hetta er ein partur av spælinum og hetta skulu vit nokk finna útav, sigur Gunnar Nielsen.
Nýggjur hjálparvenjari
Í regninum til venjingina í gjár var ein nýggjur maðurin í venjaratoyminum. Talan er um Emeka Andersen, ið er málmansvenjari hjá Fremad Amager. Jákup Mikkelsen hevur biðið seg undan, nú hann er høvðusvenjari í Fuglafirði, og tí vóru boð eftir Emeka Andersen.
Nýggi málmansvenjarin byrjaði venjingina við einum spæli, har tað gongur út upp á at raka yvirleggjaran.
- Mær dámar hann væl. Sum tú sær, so dámar hann væl at byrja venjingina við at gera okkurt stuttligt. Hann er eisini góður at tosa við og tað hevur týdning fyri meg, at eg kann tosa við mín málmansvenjara, sigur Gunnar Nielsen.
Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra
Hoyr eisini í samrøðuni hvør vann kappingina. Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2 byrjar klokkan 14 við at endursenda SportBoxina frá í dag. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt.