Gunnar Nielsen aftur við

Gunnar Nielsen skrivaði í síðstu viku føroyska fótbóltssøgu, tá hann sum fyrsti føroyingurin nakrantíð, stóð á dómaraseðlinum hjá einum Premier League liðið, í einum Premier League dysti. Tað var á Turf Moor, har Manchester City vann heili 6-1 á Burnley í oysani regni.

 

Heimasíðan hjá Manchester City skrivar, at Stuart Taylor er úti í umleið tríggjar vikur eftir skurðviðgerð í knæinum.

 

Til venjing plagar Manchester City at hava fimm málmenn, men ein er útlántur, meðan tveir eru skaddir. Eftir standa Shay Given og Gunnar Nielsen. Í seinastu viku stóð Gunnar í málinum, tá eykaliðið spældi málleysan javnleik ímóti Everton. Gunnar Nielsen fær rós frá Manchester City heimasíðuni, fyri sítt avrik í dystinum.

 

Dysturin ímóti Birmingham verður sunnudagin klokkan 16.00 á City of Manchester Stadium.