Gunnar Nielsen stendur til dagligt í mál fyri Motherwell í skotsku Premier League, og er fyrsta val millum stengurnar í føroyska landsliðnum. Gunnar ætlar at fylgja væl við í HM, men skuldi onkur dystur dotti niður í millum, so gongur tað nokk.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Eg fari sjálvandi at fylgja væl við, men í bólkaspælinum fari eg nokk bert at hyggja eftir teimum "stóru" dystinum. Tá teir avgerandi dystirnir byrja, fari eg at hyggja eftir teimun flestu av dystinum. Tá tad er sagt, so fyllir fótbóltur rættiliga nógv í mínum gerandisdegi, so um tað ikki liggur fyri at síggia onkran ávísan dyst, so gongur tad nokk eisini...
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Eg fari at halda við Argentina. Eg haldi at tað er uppá tíðina, at Argentina hevur eitt HM, har teir eru við til tað seinasta við teimun spælarunum, sum teir hava, og at Lionel Messi leverar til HM.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- At síggja hvussu góðir Belgia eru. Mann hevur hoyrt nógv um teir, og við teimun spælarunum, sum teir hava, so skuldu teir verið spennandi at fylgt.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Roberto Baggio brennir avgerandi brotssparkið ímóti Brasil í USA, og Brasil vinnur HM. Tað stendur sum nakað av tí fyrsta, ið eg minnist.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- 2002 í Japan/Suðurkorea stendur av onkrari orsøk klárt í minninum. Kanska tí eg skuldi upp so tídliga fyri at síggja dystirnar!
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Um teir fáa tað etableraða álopsspælið at koyra, so kanst tú ikki avskriva Iran. Carlos Queiroz hevur ruddað upp í hópinum. Teir vunnu millum annað 5-0 ímóti Moroka Swallows herfyri, so ja spennandi. Annars verður tað Brasil.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spæalarin í HM 2014?
- Wayne Rooney leverar og fær eitt sterkt HM.