Gunnar Vatnhamar spældi aftur allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu enn ein sigur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann Víkingur Reykjavík 3-2 á Fram á útivølli.
Víkingur fekk annars eina vánaliga byrjan upp á dystin. Fram kom á 1-0 við einum sjálvmáli Oliver Ekroth gjørdi. Men longu tveir minuttir seinni javnaði Birnir Snær Ingason til 1-1. Stutt undan steðginum legði Aron Elís Þrándarson Víking á odda 2-1.
Fram javnaði til 2-2 átta minuttir inn í seinna hálvleik, og leingi var líkt til, at suverena oddaliðið fór at missa stig, men stutt undan dystarenda skoraði Danijel Dejan Djuric sigursmálið til 3-2.
Víkingur er langt fremst í deildini við 59 stigum. Valur er nummar tvey við 45 stigum. Seks tey ovastu liðini skulu spæla eitt endaspæl, har tey skulu leika fimm dystir hvør. Liðini taka stigini við sær í endaspælið, so Vìkingur skal bara hava eitt stig aftrat, ella Valur skal bara spæla ein javnleik aftrat, so eru Gunnar og liðfelagarnir íslendskir meistarar 2023.
Pætur J. Petersen kom á vøllin seinastu løtuna, tá hann og liðfelagarnir í KA leiktu javnleik 1-1 móti Fylkir á útivølli. Jóan Sìmun Edmundsson var ikki við í hópinum hjá KA í dag.
Breiðablik uttan Klæmint A. Olsen í hópinum tapti á heimavølli 0-2 fyri FH.
Hjá Breiðablik ræður nú um at enda millum trý tey ovastu liðini fyri at kunna tryggja sær eina nýggja evropeiska luttøku komandi ár. Teir í KA hava eitt skot eftir í byrsuni, og tað er steypafinalan móti Víkingi Reykjavík á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 16. september.
Nr. | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
---|---|---|---|---|
1 | Víkingur Reykjavík | 22 | +45 | 59 |
2 | Valur | 22 | +28 | 45 |
3 | Breiðablik | 22 | +8 | 38 |
4 | Stjarnan | 22 | +20 | 34 |
5 | FH | 22 | -3 | 34 |
6 | KR | 22 | -7 | 32 |
7 | KA | 22 | -8 | 29 |
8 | HK | 22 | -11 | 25 |
9 | Fylkir | 22 | -16 | 21 |
10 | Fram | 22 | -15 | 19 |
11 | ÍBV | 22 | -19 | 19 |
12 | Keflavík | 22 | -22 | 12 |