Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík blivu ov stuttir í bæði íslendsku steypakappingini, og somuleiðis í bestu gotbóltsdeildini. Tað bleiv talan um tvær ferðir silvurheiðursmerki.
Í Conference League hava teir tó gjørt ein vørr við at vinna 3-1 á Cercle Brügge í deildarspælinum.
Gunnar hevur fingið tann stóra heiðurin, at stóri íslendski fótbóltsmiðilin, fótbolti.net hevur valt hann á ársins lið.
Gunnar er ein lyklaleikari hjá Víkingi og stríðist nógv fyri liðið hjá sær, skrivar fótbolti.net.
Patrik Johannesen bleiv meistari við Breiðabliki, men seinastu dystirnar var tíverri eingin spælitíð til hann.
Her er ársins lið:
##med2##