info
Ongi úrslit

Hava selt 2.400 atgongumerki

Løgmanssteypið: Nógv bendir á, at tað verður nógv fólk á Tórsvølli leygarkvøldið

Tróndur Arge
30. oktober 2024 kl. 12:46

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B36 og HB gongur væl. Seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld, boðar Fótbóltssambandið frá.

Væntandi verða nógv fólk á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19:00, tá havnafeløgini, B36 og HB bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið 2024. Sølan av atgongumerkjum til ársins steypafinalu hjá monnum gongur væl, og seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld.

Seinast, hesi bæði liðini møttust í steypafinaluni, var í 2018, og tá var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn teir gott og væl 3.300 áskoðararnir sóu liðskiparan hjá B36 taka ímóti Løgmanssteypinum.

Atgongumerki til ársins steypafinalu hjá monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Í samband við finaluna eru áskoðaraplássinum á Tórsvølli býtt ímillum B36, HB og uttanveltaðar áskoðarar.

Bólkarnir 101 til 104 eru til HB fjepparar, bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir til B36 fjepparar, meðan bólkarnir 114 til 116 eru settir av til uttanveltaðar áskoðarar. Í hesum samband er vert at nevna, at bólkarnir 102 til 104 hjá HB eru útseldir, og bólkarnir 105 til 107 hjá B36 eisini eru útseldir.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

7 minuttir síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

22 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

45 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

1 tími síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

1 tími síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

4 tímar síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

4 tímar síðan