Gunnar: Vit vunnu uppiborið yvir tveir dystir

(Rás2) Tað var serligt hjá føroyska landsliðsmálverjanum at verða mótstøðumaður á Tórsvølli í kvøld

Ein føroyingur er so víðari til triðja undanumfarið í Champions League undankappingini, og tað er føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sum saman við liðið sínum FH vann 2-0, og samanlagt 3-1 á Víkingi í øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

Fyri Gunnar Nielsen var tað løgið at møta á Tórsvølli, sum mótstøðumaður. Aftaná venjingina í gjárakvøldi var Gunnar av gomlum vana á veg inn í skeivt umklæðingarrúm.

 

Gunnar Nielsen heldur, at Víkingur stóð væl, og stríddist væl, men hann er avgjørdur um, at FH var tað betra liðið, og hevði samlaða sigurin uppibornan. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná 2-0 sigurin hjá FH ímóti Víkingi á Tórsvølli í kvøld.