? Vit samráddust frá klokkan 11 leygarmorgunin og til klokkan 2 sunnumorgunin, men fyri at siga tað stutt, so stendur púra í botni, men vit samdust í hvussu er um at hittast aftur hósmorgunin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
- Tá er eitt punkt á skránni og tað er lønarskipanin, sigur Gunleivur Dalsgarð, ið enn ikki vil koma nærri inn á lønarkrøvini.
- Vit vóru í einum rættiliga umfatandi kjaki hetta samdøgrið og tað vísti seg at vera ringt at fáa veruligt glið á samráðingarnar. Tað er eingin loyna, at tað er spurningurin um høvuðsavtalu, sum er størsta forðingin, og henni vilja vit ikki vita av, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
- Okkara sjónarmið er, at hetta er ein spurningur, sum viðvíkur øllum arbeiðsmarknaðinum og er eitt óseriøst krav í sáttmálasamráðingum við einstakt felag, tí tað nervar allan arbeiðsmarknaðin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið heldur øll kenna orrustuna, ið stóðst av, at onnur feløg hava fingið tílíka høvuðsavtalu.
Skuffandi
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at fundurin leygardagin var skuffandi, men hann vónar, at nú teir hava latið ein møguleika staðið opnan við at hittast aftur hósdagin, so fæst okkurt munagott burturúr. Nú er ikki long tíð, til sáttmálin fer úr gildi, men Gunnleivur Dalsgarð vil ikki longu nú gera viðmerkingar til, um vandi er fyri verkfalli. Hann metir tað vera av stórum týdningi, at ein kann samráða seg fram til eitt úrslit.
- Men nógv liggur á láni, so tað er vítt um at fara, men vit vita, at sáttmálin gongur út 5. mars, so vit miða ímóti at fáa hetta liðugt til ta tíð, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Vantandi dialogur
Í oddagreinini í Starvsblaðnum, ið er komið út, sigur Gunnleivur Dalsgarð millum annað, at tað var óheppi, at tað skuldi taka so langa tíð at koma í veruligan dialog við Fíggjarmálastýrið. Hann skrivar, at partarnir her áttu at "kent" hvønn annan, og so farið undir samráðingar í góðari tíð. Hetta hevði felagið væntað, tá løgmaður og landstýrismaður hava eftirlýst positivum dialogi. Í oddagreinini skrivar Gunnleivur Dalsgarð, at umráðandi var hjá felagnum at fáa í sáttmálan seinast, at samráðingarnar byrjaðu upp til eitt hálvt ár áðrenn sáttmálin fer úr gildi.
- Tað er klárt, at dialogurin er komin seint í gongd. Vit hava gjørt eitt grundugt arbeiði við at kunna leggja alt so væl fram, sum hugsast kann, og kundu vit tí hugsað okkum at havt betri stundir at komið til eitt úrslit, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið heldur tað vera óheppi, at nú verður birt upp undir tað, ið tey Starvsmannafelagnum ræddust og sóu fyri sær.
- So hendi tað, sum vit í ringasta føri hugsaðu fór at henda, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Er tað spurningur um høvuðsavtalu, ið liggur í buktini?
- Kanska ikki bara, men tað er ein rættiliga stór og óseriøs forðing, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið vónar, at komast kann til okkurt skilagott á fundinum hósdagin.
Í gjár samráddist Starvsmannafelagið við almenna partafelagið Føroya Tele. At Telefonverkið er umskipað til alment partafelag hevur sett nýggjar treytir. Nú skal ikki longur samráðast við lønardeild landstýrisins, men við nevndina í felagnum.
Sum skilst eftir tí, ið Starvsblaðið skrivar, so ganga hesar samráðingar væl og talan er nú um realitetssamráðingar.
Sama kann ikki sigast um samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Har stendur í botni.