Gurið og Jojic ársins leikarar

Leygarkvøldið var árliga gallaveitslan hjá føroyska hondbóltinum, har tey bestu í farna kappingarári vórðu heiðrað

Hóast ein kollfirðingur og ein hoy­víkingur vóru í uppskoti, so var tað Filip Jojic hjá Team Klaks­vík, sum varð kosin ársins spæl­ari hjá monnum. Tony Weyhe, KÍF, og Rógvi Sørensen, H71, sum hava verið stórspælandi í ár, vóru eisini í uppskoti.
Ser­biski Filip Jojic var vandamesta álops­hótt­anin, sum Team Klaksvík hevði farna kappingarár. Hann var topp­skjútti í bestu deildini, og tað kom tí heldur ikki óvart á, at hann somuleiðis varð kosin ársins álops­leikari. Hann og Team Klaksvík hava skrivað undir nýggjan sátt­mála, sum knýtir hann at felag­num komandi kappingarár.
Aldurs­forsetin hjá VB, Gurið Mortensen, varð kosin ársins spæl­ari hjá kvinnum og vísti har­við stórskjúttum sum Barbaru Brauer og Simonu Petersen aftur.

Tey, sum fingu viðurkenning fyri síni avrik í farna hondbóltsárið, vóru:

ÁRSINS SPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Gurið Mortensen, VB

ÁRSINS STJØRNUSKOT:
Menn:
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Kvinnur: Helga Kjærbo, VB

ÁRSINS VENJARI:
Menn: Kári Nielsen, H71
Kvinnur: Marian Cirloganescu, StÍF

ÁRSINS MÁLVERJI:
Menn: Levi Nybo, Team Klaksvík
Kvinnur: Jorga, VB

ÁRSINS VERJUSPÆLARI:
Menn: Tony Weihe, KÍF
Kvinnur: Una Olsen, Stjørnan

ÁRSINS ÁLOPSSPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Barbara Brauer, Neistin

ÁRSINS DÓMARAR:
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen