Guri og Niclas í finaluni

Guri Poulsen og Niclas Eysturoy eru komin í finaluna í blandaðum tvímansleiki í badminton.

 

Føroysku badmintonspælararnir skulu spæla tvær finalur í morgin.

 

Í gjár spældu Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy seg í finaluna í tvímansleikinum, og í dag hava Guri Poulsen og Niclas Eysturoy spælt seg í finaluna í blandaða tvímansleikinum.

 

Føroyar høvdu trý pør við í kappingini í dag. Hanna Arge og Gunnar Poulsen ruku út í fyrsta umfari. Aksel Poulsen og Rannvá Carlsen, sum hevur skaða at dragast við, taptu fjórðingsfinaluna. Og so vóru tað Guri og Niclas, sum spældu seg allan vegin í finaluna.

 

Allar finalurnar í einmansleikinum og tvímansleikinum verða fríggjadagin.