- Eg kann ikki longur hjálpa tykkum sum Demokratiskur guvernørur. So í morgin broyti eg mína skráseting til Republikanara.
Orðini eigur Jim Justice, guvernørur í amerikanska statinum West Virginia, sum í gjárkvøldið boðaði frá, at hann skiftir flokk frá Demokratunum til Republikanararnar. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Jim Justice varð valdur til guvernør í statinum í november, tá hann bjóðaði seg fram sum valevni fyri Demokratarnar. Hann er tó ikki heilt ókendur í Republikanska flokkinum, tí fram til 2015 var guvernørurin skrásettur sum Republikanari.
Jim Justice verður fyrsti republikanski forsetin í West Virgina síðan Cecil H. Underwood, ið røkti embætið frá 1997 til 2001. Men hóast Demokratarnir hava havt eitt sterkt tak á guvernør-sessinum í statinum seinastu árini, so eru tað vanliga Republikanski forsetavalevnini, ið vinna statin, og til seinasta forsetaval vann Donald Trump stórsigur, tá hann fekk 67,9 prosent av atkvøðunum í statinum, meðan Hillary Clinton einans fekk 26,2 prosent av atkvøðunum.
Av teimum 50 guvernørunum í USA eru 34 skrásettir sum Republikanar, 15 sum Demokratar, meðan ein er sjálvstøðugur.