Ógvuslig mótmæli í Egyptalandi

Um eina viku verður val í Egyptalandi, men nógvir egyptar vilja vera við, at herurin ætlar sær at varðveita valdið aftan ávalið við at seta seg oman fyri grundlógina.

Tað elvdi til ógvuslig mótmæli á Tahrir-torginum í Kairo í gjár, og tá løgreglan legði uppí seinnapartin, endaði alt í einum ruðuleika. Tvey fólk doyðu, og umleið 700 fingu skaða. Í nátt breiddi ófriðurin seg til Alexandria, sum er tann næststørsti býurin í Egyptalandi. Har løgdu ill mótmælisfólk á eina løgreglustøð.

Ein egyptisk tíðindakvinna sigur við danska kringvarpið, at herurin ætlar at seta seg oman fyri grundlógina fyri at forða tjóðartinginum at hava eftirlit við fíggjarviðurskiftunum hjá hermegini.