Ógvuslig og intim

Talan er um fýra sera ymisk listafólk, ið sýna fram á ársins Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum. Alt frá ógvusligum og intum málningum, til leirlist og tekningar. – Hóast samansetingin kann tykjast tilvildarlig, so haldi eg, at úrslitið er sera gott, sigur Silja Strøm, ið telist millum tey, sum sýna fram

Eingin ólavsøka uttan árligu Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum, sum letur upp leygardagin. Í ár eru tað fýra listafólk, sum sýna fram, tvær kvinnur og tveir menn: Silja Strøm, Guðrið Poulsen, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson.

– Vit eru fýra sera ymisk listafólk, sum eru boðin við. Vit hava so tikið tað við, vit hava hildið verið hóskandi, og hóast samansetingin kann tykjast tilvildarlig, so haldi eg, at úrslitið er sera gott, sigur Silja Strøm.

– Talan er ikki um nakað yvirorðnað tema, men ólavsøkuframsýningin er ein gomul og siðbundin framsýning, ið Listafelag Føroya skipar fyri. Hon hevur havt mong andlit gjøgnum árini, men í ár hava tey so valt at boðið okkum við, sigur Guðrið Poulsen.

Í mong ár var Ólavsøkuframsýningin soleiðis háttað, at øll listafólk sendu nøkur verk inn, og varð bíðað í spenningi til tað varð avdúkað, hvørji listaverk sluppu ígjøgnum nálareygað.

– Mær dámar væl nýggja leistin, ið er spennandi og gevur listafólkunum rásarúm. Tann gamla Ólavsøkuframsýningin hevði avgjørt sýna sjarmu og vit kunnu kanska sakna hana, tí hon var so ómetaliga væl vitjað, tí har framsýndu leik og lærd í einari glaðari samanrenning. Men tíðin er ivaleyst farin frá hesum, heldur Guðrið Poulsen. Hesum verður hon stuðlað í av formanninum í Listafelag Føroya, Hilmar Høgenni, sum segði soleiðis í ársins Ólavsøkublaði hjá Sosialinum.

– Listaframsýningin var tann stóra framsýningin. Men sýningin hevði ikki sama týdning longur og áhugin at senda inn minkaði eisini. Í dag hava listafólk so nógvar møguleikar at sýna fram. Sostatt høvdu vit møguleika fyri at royna nýggjar leiðir við ólavsøkuframsýningini. Og enn er ongin fastur framsýningarformur funnin, so vit fara óivað at royna ymiskt frá ári til árs, sigur Hilmar Høgenni.


Fjølbroytt framsýning

Úrslitið av hesum er, at ársins ólavsøkuframsýning er ógvuliga fjølbroytt.

– Vit eru tvey, ið mála. Men meðan Bárður (Dal Christiansen, blðm.) málar stórar og ógvusligar myndir, so eru mínar lítlar og intimar. Leirlist er eisini við og so tekningarnar hjá Bárði (Oskarsson, blðm.), greiðir Silja Strøm frá.


Eingin fjøll

Guðrið Poulsen, ið er elst av teimum fýra, fæst einamest við leirlist, men hevur á ársins framsýning eisini nakrar fotomyndir við. Hini trý tekna og mála, men einki av hesum verkum hevur føroysku náttúruna sum motiv. Spurd um, hvar siðbundna føroyska motivið er vorðið av, svarar Silja Strøm soleiðis.

– Eg haldi, at tað avgjørt eisini flottar myndir, og eg havi fulla virðing fyri teimum, ið brúka tað. Tey duga ótrúliga væl og teirra myndir hava eisini hugtikið meg. Men tað er ikki har mín listarligi áhugi liggur, tá eg havi búð fimm ár uttanlands. Og tað hevði helst eisini verið undarligt, um eg málaði føroysk fjøll, tá eg búgvi í einum stórbýi í Skotlandi.

Ólavsøkuframsýningin er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag millum tvey og áttau, og er annars opin í vanligari upplatingartíð.