Blaðið The Mirror skrivar í morgun um fleiri særd og brend ferðafólk í undirgrundsbreytstøð í London, eftir at ein spreinging hendir fyrr í morgun.
Spreinging hevur rist eina undirgrundsstøð í London, skriva Ritzau og Reuters. Sjúkrabilar eru sendir á støðina Parsons Green Station í London. The Mirror skrivar í morgun, at fleiri eru særd og fleiri ferðafólk er illa brend. Sambært miðlinum var tað ein spann ella eitt ílat av onkrum slagi, sum sprongdist.
Spreingingin hendi umleið klokkan 8.15 í morgun, skrivar The Mirror. Løgreglan sigur við bretskar miðlar, at tokini koyra ikki í løtuni millum Earls Court og Wimbledon. - Vit eru vitandi um hendingina og hava løgreglufólk á staðnum, skrivaði bretska løgreglan á Twitter fyri løtu síðani.
Ein kvinna, sum er stødd á støðini sigur við bretskar miðlar, at hon varð særd á støðini, tá ið bangin ferðafólk í panikkstøðu runnu út, fyri at sleppa sær undan spreingingunum.
Enn er óvist, um hendingin verður mett at vera yvirgangur ella ikki.
/ritzau/Reuters