Ógvusligir bardagar í Libya

Í Libya eru nú ógvusligir bardagar uttan fyri einasta virkna sjúkrahúsið í Tripoli. Sky News boðar frá, at nógv fólk eru særd í bardøgum millum hermenn og uppreistrarfólk. Bardagarnir koma samstundis sum at Altjóða Reyði Krossur hevur ávarað um, at heilivágurin í høvuðsstaðnum og øðrum libyskum býum, er við at ganga undan.

Danska TV2 boðar frá, at tjúkk roykskýggj hanga uppi yvir Tripoli og at Nato-flogfør flúgva yvir býnum.

Nýggju bardagarnir í Tripoli koma eftir eina lutfalsliga friðaliga nátt, sum var merkt av tíðindunum um, at sonur Gaddafi og høgra hond hansara, Saif al-Islam, ikki varð handtikin, sum søgurnar annars søgdu. Eisini ljóðar, at yngsti sonur Gaddafi heldur ikki er handtikin.

Somuleiðis er framvegis ógreitt, hvar Mohammed Gaddafi sjálvur er, men nógv bendir á, at hann goymir eg í bunkranum og tunlum undir høvuðssætinum í Tripoli, sum annars er rakt av nógvum bumbum. Men seinastu mongu vikurnar hevur eingin við vissu kunna sagt, hvar Gaddafi goymir seg ella um hann yvirhøvur er á lívi.

Sambært einum NATO-talsmanni, Rolan Lavoie, hava uppreistrarfólkini framvegis tamarhald á Tripoli.