Mitt í summar var KÍ tað liðið, sum tey bæði undir niðurflytingarstrikuni vónaðu at fáa fatur í. Soleiðis er tað ikki longur. Sunnudagin fer VB/Sumba at vitja í Klaksvík, og nú sigur stigatalvan, at Suðuroyarliðið hevur ellivu stig, meðan KÍ hevur 25 stig.
Serliga tær seinastu ferðirnar hevur munurin verið ógvuliga stórur í úrtøku. KÍ hevur fingið trettan stig burtur úr seks teimum seinastu ferðunum, meðan úrtøkan hjá VB/Sumba hevur verið trý stig burturúr seks teimum seinastu umførunum.
Stóri stigamunurin aftur til tey aftastu ber við sær, at KÍ so at siga er leyst av hóttanini um niðurflyting, meðan teir í VB/Sumba eftir tapið á heimavølli ímóti AB ivaleyst mugu finna seg í leygardagsfótbólti næsta ár.
Hvussu tað fer at ávirka avrikið hjá VB/Sumba, at liðið mest sum er flutt niður, fæst fyrsta ábendingin um í Klaksvík, har suðuroyingarnir í 2. umfari løgdu rygg til 5-0 tap.