Gylt vallyfti geva ongum breyð á borðið

Flestu, sum hava verið við til at sett valskráir og vallyfti saman, hava sitið á tingi í fleiri ár, og vit kunnu spyrja, hví nógv av tí, tey nú lova, ikki langt síðan ER gjørt.

Nú hetta valstríðið nærkast endanum, má niðurstøðan vera, at her hava verið nógvir jólamenn frammi, sum hava bjóðað bæði nógvar og stórar jólapakkar. 

Sum fyrstu ferð uppstillaður til eitt løgtingsval, havi eg skrivað nakrar greinar, sum kunnu lesast á leinkjum her niðanfyri.

Í ongari grein havi eg givið nøkur vallyfti, tí mær tykir, at mong av lyftunum, vit hava sæð, í stóran mun eru ein villleiðing av veljaraskaranum. 

Veljarin kann velja at trúgva upp á jólamannin, nú vit eru í desember, men eg ivist í, hvørji lyfti verða realiserað, tá valið er av, og vanligur gerandisdagur er aftur. 

Eg haldi, at tey, sum verða vald á ting í morgin, fyrst og fremst eiga at hugsa um gerandisdagin hjá vanligum fólki – ikki minst hjá barnafamiljum og teimum eldru, sum sita við stórum og køldum húsum, nú oljan er vorðin so ovurhondsdýr. 

Fyri nógvar barnafamiljur, sum noyðast at hava húsini heit, er oljan vorðin ein stórur kostnaður, sum rakar djúpt niður í lummarnar.  

Haraftrat eru neyðsynjarvørurnar, sum í fyrsta lagi eru matur á borðið, eisini nógv dýrkaðar, eins og útlánsrentan er hækkað.

Veljið ein sum veit, hvørjar avbjóðingar gerandisdagurin hevur og ein, sum skilir umstøðurnar hjá vanligum fólki.

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.

 

Lesið eisini: 

 

"Soleiðis loysa vit Føroyar úr ríkisstuðlinum"

 

https://in.fo/news-detail/soleidis-loysa-vit-foeroyar-ur-rikisstudlinum

 

"Saman megna vit alt"

 

https://in.fo/news-detail/saman-megna-vit-alt

 

"Vel Henriksen - og tú fært bæði ungt og tilkomið"

 

https://in.fo/news-detail/vel-henriksen-og-tu-faert-baedi-ungt-og-tilkomid

 

"At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting"

 

https://in.fo/news-detail/at-verja-umhvoervid-snyr-seg-um-eina-hugburdsbroyting

 

"Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri"

 

https://in.fo/news-detail/okkara-riku-foeroyar-skulu-rika-baedi-ung-og-eldri

 

"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"

 

https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur

 

"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad