Hóast tap heldur høvuðsvenjarin at HB er á rættari kós (FM1)

(FM1) Jonas Dal Andersen iðrar seg um tapið hjá HB í Sarpugerði, men heldur, at leikliga gongur tað rætta vegin hjá HB

##med2##

HB var fyri sínum fyrsta tapi í landskappingini í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld, tá teir máttu lúta 1-2 fyri Víkingi.

Víkingur - HB 1-2 (0-0)

0-1: Michal Przybylski 65.

1-1: Jákup Johansen 72.

1-2: Andreas Lava Olsen 76.

Tá reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á høvuðsvenjaran hjá HB, Jonas Dal Andersen iðraði hann seg sjálv sagt um tapið, men Jonas Dal Andersen heldur avgjørt, at HB er á rættari kós leikliga, og hann sær eina menning frá teimum fyrstu dystunum, og hann er ivaleysur í, at tað fer at síggjast á stigatalvuni skjótt.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jonas Dal Andersen.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi. 

HER  ber til at hoyra hvussu Hans Jørgen Djurhuus undan dystinum tippaði so snórabeint 2-1 til Víking. 

(Samrøða: Jonas Dal Andersen)