Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen og Helgi Dam Ziska eru føroysku luttakararnir í Klaksvík International 2005, sum verður hildin næstu dagarnar.
Onkur er farin at kalla teir H-bandan, og føroyska trioini ætlar sær eisini at liggja og lúra eftir einum IM-normi.
Eg haldi, at møguleikin er góður fyri at fáa ein IM-norm. Eg stíli eftir at vinna kappingina, og skal eg gera tað, so má eg vinna tey flestu talvini, sigur ein bragdligur Hans Kristian Simonsen.
Tann yngsti vil eisini
15 ára gamli Helgi Dam Ziska er av álvara á veg fram í føroyskari telving, og hann hevur longu vunnið sær ein IM-norm í kapping í Danmark. Nú fær hann ein møguleika í altjóða kappingini í Klaksvík.
Hetta er sterkasta kappingin, sum eg havi verið við í, um tú hugsar um miðalstyrkistalið hjá telvaranum, men eg fari at royna at enda í betru helvtini, sigur Helgi.
Hvussu heldur tú møguleikin er fyri at vinna næsta IM-normin í hesari kappingini?
Møguleikin er til staðar, men hetta er ein sterk kapping, og eg veit ikki rættiliga, hvussu formurin hjá mær í løtuni. Eg fari at gera mítt besta.