Firsta jólamorgun, tá íð dagur sást, doyði Streymoyarsýslumaður Hans Christopher Müller, gott og væl 79 ára gamal. Vit eru vanir til her í blaðnum, kvørja ferð ein meir enn almindiliga kendur maður er deyður, at lata nøkur orð fadla um, kvat hann hevur verið, og kvat hann hevur virkað, men at skriva eina nøkulunda tømandi grein um tann mannin, sum er nevndur oman firi hendan artikul, er ikki kvønsmannsføri, tí hansara langa liv er so sjaldsamt og inniheldur eina slíka rúgvu av virkigreinum, sum fá, ja einki annað í Førjasøguni.
H. C. Müller var føddur 2. September 1818 og var sonur sýslumannin Rasmus Müller í Havn og seinri konu hansara Sigge Joensdatter úr Nólsoy. Tó at tað í teirri tíðini ikki var lætt kjá einum Føringi at samla sær kunnskap, bilaði ikki kjá sýslumanninum. Við sínum frálíku læruevnum og sínum læruhuga søkti hann sjálvur sær tann kunnskap, sum nú nógvur peningur má gjaldast firi. Og tað er ikki bara eiti, tá íð mann ímidlum cr sagt um sýslumann Múller, at um hann onga eksamen hevði, so kundi hann andøva javnsíðis við lærdar menn í ødlum lutum.
Sýslumaður 20 ára gamal
Í 1839, 20 ára gamal, bleiv hann settur (konstitueraður) síslumaður kjá pápanum, og í 1843, 25 ára gamal, varð hann útnevndur til sýslumann í Streymoy og bleiv tað til sín deyð. 1852 varð hann valdur til løgtingsmann og tað hevur hann verið í 28 ár, skiftandi firi Norðstreymoy og Suðurstreymoy. I ríkisráðnum, landstinginum og fólkatinginum, hevur hann siti firi Førjar í 30 ár. Í 1869 varð hann útnevndur til postekspeditør í Flavn, tað var hann eisini inntil hann doyði. Í mong ár var hann agent firi tað danska guvuskipsfelagið, sum heldur skip til at flita post til og frá Føroyum og Íslandi. Annars hevur hann verið konstitueraður sorenskrivari og fúti; limur av ovarsta skúlastíri okkara (skúladirektiónini) og direktør firi Førja sparukassa.
Granskari innan fugl og grind
Um hansara lív sum politikkari vilja vit bara siga, at hann var kendur sum ein trúgvur høgrumaður, annars lata vit tølini tala. Firi uttan virðuliga at útfidla pláss sítt í ødlum teimum frammanundan nevndu virkigreinum, hevur Müller granskað imsar greinir av natúrlívinum, sum eingin annar Føringur. Hansara fugla- og eggsamlingar bera prógv firi tað, um einkið annað var, men tað er nógv annað. Hann hevur skrivað nógv um hetta bæði i eingilskum og donskum, so hann er kendur víða sum natúrgranskari. Hansara »fuglabók« er av útlendskum natúrgranskarum nógv mett, og í fleiri »natúrvidenskapiligum« skriftum er hetta verkið tiltikið sum kelduskrift. Bæði zoologisk Have og zoologisk Museum í Keypmannahavn hevur frá honum fingið nógv verdar økingar, og teir upplísningar, hann hevur givið Danmarks fiskaríforeining, mest frá Førjum, hava nógv at tíða; í hesu foreining varð hann firi fáum árum síðani upptikin sum »overordentligt Medlem«.
Hann hevur eisini skrivað eina bók um grindirnar í Førjum; hon er útsett uppá Eingilsk. Firi hesa bókina fekk hann medalju við eina framsíning í Edinburgh í 1882 og í sama viðfangi eina aðra firi fiskireiðskap. Í Berlin var hann við eina fiskiskapsframsíning. Har fekk hann eisini eina medalju firi nakað, hann læt framsína. I 1874 bleiv hann Dannebrogsmaður og í 1890 riddari av Dannebrog.
Tann 1. September 1893 varð hansara 50 árs heiðursveitsla sum sýslumaður hildin, og fólk frá imsum plássum í Streymoy var komið til Havnar at halda dagin. I sama viðfangi varð send honum ein »adressa« frá fleiri hundrað monnunum í Streymoy við tøkk firi tey 50 árini, hann hevði verið sýslumaður.
Eisini væl kendur í útlondum
Væl var Müller kendur í Førjum. Men hann var eisini kendur í útlondinum. Á sínum ferðum uttanlands kom hann sjálvsagt saman við nógvar útlendingar, og hann stóð í vinarlag við nógvar góðar menn, eisini uttan firi Danmark. Sum dømi uppá hetta skal nevnast, at ein Eingilskmaður við listfari(skipi) sínum tværreisur hevur komið til Havnar firi at vitja sýslumannin. Tó at hann soleiðis varð ærdur bæði av kongi og fólki, bleiv hann altíð hin sami tídligi maðurin, sum ikki síntist at var til sins at kenna hugmóð uttan av navni. Eingin kundi merkja á honum, at hann í ein mannsaldur hevði ferðast midlum hægstu menn í kongadøminum; hann tosaði líka blídliga við tað armasta neyðardír, sum við sínar líkar. Mangur fátækur maður ber honum gott, og mangur vælstidlaður maður er honum tøkk skildigur, tí hann stiðjaði fegin ein, íð stílaði framettir. Teir eru heldir ikki fáir, sum hava notið gott av Müllarsa kunnskapum og sum hann hevur lært sjálvur.
Hansara kennskapur til føroysk viðurskiftir var frálíkur, og fór ein til hansara firi at spirja um eitt edla annað, kundi spirjarin vera vissur í, at hann kom til tann rætta, og ein kundi líta á teir upplísningar, sýslumaðurin gav. Í sínum sýslu verður hann seint gloymdur.
Óførur grindamaður
Midlum annað kann hann ikki nóg mikið rósast sum grindamaður. Í ungum árum fór hann í grind kvar sum helst, og sum síslumaður ferðaðist hann í grind inntil firi fáum árum síðani, tá íð sonur hansara varð konstitueraður firi hann. Fáur kundi sum hin gamli at halda skil á í grindadrápi. Grindamenninir aktaðu hann væl, tí teir visti av royndum, at tað, íð hin gamli segði skuldi gerast, tað var best firi adlar partar. Nú er hann farin og verður saknaður av mongum manni. Tá íð hann fadl frá kom eitt lið á í Førjum, sum seint bøtist attur, i alt fadl er tað sjaldsamt, at slíkar gávur, slíkur arbeiðshugur, slíkur dugnaskapur og trúskapur finnast í einum manni. Tey, sum kendi hann rætt, mátti halda av honum, og hansara vinir so væl sum hansara óvinir mátti meta hann høgt; eingin kundi annað. Hann var ein sannur Føringur og góður danskur statsborgari, eitt príði firi okkara lítla land, og vit kunnu ivaleyst siga, at neyvan hava so nógvir góðir menn hugsa um Førjar uppá ein gang, sum tá íð Müllers deyð frættist til útlondini. Friður kvíli ivir minni hanns.
H. C. Müller giftist 2. desember 1852 við Maren Christine f. Olsen, dóttir skómakarin Søren Olsen í Havn og Christine Marie Hentze, dóttir próvst Hentze í Sandoy. Tey eiga 7 bødn, tvey búsett í Førjum, 5 í útlondum.
Fuglabókin
Hetta vóru so minningarorðini, sum geva eina góða lýsing av manninum. Her skal skoytast uppí, at hansara børn skaraðu eisini framúr. Søren var eitt teirra. Tveir aðrir synir, Rasmus og Poul, vóru kolonistýrarar í Grønlandi seinast í 1800-talinum. Vit eru við at útvega áhugavert tilfar, sum fer at lýsa teir báðar, og tað fer eisini at koma í Sosialin seinni.
Her skal verða komið inn á skrivligu avrikini hjá H.C. Müller. Sum tað verður nevnt í minningarorðunum var fuglur millum hansara stóru áhugamál.
Hann hevur eisini skrivað eina bók um fugl, sum varð prentað í 1863. Hetta er ein ritgerð, sum er 78 síður. Í henni verður greitt frá 124 ymiskum fuglasløgum í Føroyum.
Tað verður ikki høvi til her at koma inn á hesa ritgerð. Hon kann lænast á Landsbókasavninum. Bert skal her verða endurgivið fororðið til ritgerðina:
“De Bemærkninger til den færøiske Fuglafauna, som her meddeles, støtte sig til de Erfaringer, der ere samlede i en længere Aarerække og skyldes tildels Andres Opfordringer deres Tilbliven.
Som indfødt Færing har jeg havt den bedste Lejlighed til at iagttage det eiendommelige Fugleliv paa mine fædrene Øer samt til stadig at besøge de Steder, hvor jeg kunde vente størst Udbytte af mine Bestræbelser for at lære dette at kjende. Den interesse, hvormed jeg fra min Barndom har omfattet den mig omgivende Fugleverden, har jævnlig faaet ny Næring i de mange Opfordringer til at skaffe færøiske Fugleskind og Fugleæg, som fra forskjellige Sider er blevne stillede til mig.
Jeg troer derfor, skjønt jeg ikke har beskjæftiet med med Ornithologien (fuglafrøði) i sin Helhed at have et tilstrækkeligt Kjendskab til de færøiske Fugle til med nogen Berettigelse at kunde udtale mig om dem og indestaa for, at de Oplysninger, som jeg her meddeler, ere paalidelige. Hvad der tidligere er skrevet om den færøiske Fuglafauna af Lucas Debes, Landt, Graba og Adjunkt (nu Pastor) A. Holm har jeg stadigt haft for Øie i de Aar, i hvilke jeg har samlet de her meddeelte Iagttagelser. Naar jeg i et eller andet Punkt afviger fra dem, er det kun, fordi jeg troede at have overbevist mig om, at der i slige Tilfælde har indløbet en Fejl i de ældre Angivelser.
Da de tamme Huusfugle ikke ere optagne i den efterfølgende Fortegnelse, skal jeg her endnu kun med Hensyn til dem anføre, at der paa Færøerne holdes Gjæs, Ænder og almindelige Høns i Mængde, fremdeles nogle faa Dorkinhøner og chocinchinesiske Høns, Kalkuner, Duer og Kanariefugle.”
Dimmalætting hevur annars í 1937 eina drúgva grein um hesa fuglabók
Grindir
Eitt annað øki, har H. C. Müller gjørdi um seg, var grindin. Á landsbókasavninum kann eisini lænast tann bóklingur, sum Müller gav út á enskum í samband við fiskivinnuframsýningina í Edinburgh í 1882. Her verður greitt frá grindadrápi heilt frá 1584 og til 1877. Í hesi bók eru tríggjar avbera góðar fotomyndir frá grindadrápi, sum Müller sjálvur hevur tikið. Hesar myndir eru tí við í hesi grein. Eisini eru tvær talvur sum vísa grindadrápini í teimum ymsu bygdunum og fyri tey ymiski árini, eisini mánaða fyri mánaða.
Í 1932 eru tríggjar framhaldsgreinir í Dimmalætting um hesar grindakanningar. Í samband við tær skrivar blaðið:
“I Aaret 1882 afholdtes der en stor International Fiskeriudstilling i Edinburgh, hvor de fleste fiskeridrivende Lande deltog. Til Udstillingen var bl.a. indsendt forskellige Fiskeredskaber o.l. fra Færøerne, men det der vakte størst Opmærksomhed var en Afhandling af Sysselmand H.C. Müller om Grindefangsten paa Færøerne 1584-1877. (Undantikið er tó Gabelstíðin 1662-1708.)
Afhandlingen, der var affattet på Engelsk og forsynet med gode Fotografier fra Grindefangster, som Forfatteren selv havde taget, blev meget ankendende omtalt af Videnskabsmænd fra forskellige Lande, og den blev prisbelønnet paa Udstillingen.
At H.C. Müller har været i besiddelse af fremragende og for sin Tid enestaaende Evner som Forsker og Iagttager paa forskellige videnskabelige Omráader, haves der mange Beviser paa.
Han har tillige skrevet en Afhandling om Færøernes Fiskearter, men det ser desværre ud til, at denne Afhandling, der vist nok ikke har været trykt, er bortkommet.
Han havde et indgaaende Kendskab til de færøske Mineralier, syslede med Fotografering m.m., talte og skrev fremmede Sprog, Kundskaber, der udelukkende var erhvervet ved Selvstudium, og var i det hele taget en sjælden stærkt interesseret og alsidig Mand. Der foreligger desuden flere andre skriftlige Arbejder fra hans Haand."
Tað er fleiri áhugaverd tøl í hesi grindafrágreiðing. Í umrødda tíðarskeið eru dripnir 113.574 grindahvalir í Føroyum. Flest hvalir eru dripnir í Sundalagnum, Klakvík og Miðvág við 22-24.000 hvalum í hvørjum staði. Í Vági, Vestmanna og Hvalba er talið 7-9.000, í Havn 4.600, í Gøtu 2.672, Funningi 2.306 og í Trongisvági 1.641 grindahvalir. Í 24 øðrum plássum hevur talið verið undir 1.000 og sjálvt í Lítlu Dímun er dripin ein hvalur.
Mánaðirnir hava verið sera ymiskir. Nógv mest hevur verið dripið í august 35.541 hvalir og nógv minst í januar, 866 hvalir.
Fyrstu ferð at nakað er vitað um grind er í 1584, tá ið fýra hvalir løgdu beinini i Lítlu Dímun.
Veiðan hevur verið sera ymisk frá tíð til tíð. Í tíðarskeiðnum 1745-1795, tilsamans 51 ár, vóru bert veiddir 3.583 hvalir ella 70 árliga. Spurningurin er so, hví hetta er so ymiskt, men Müller heldur, at ísviðurskiftini norðanfyri Føroyar hava ávirkað tann høggusløkk, sum hvalurin livir av.
Tað er eingin ivi um, at tað kundi verið skrivað nógv meira um H.C. Müller, og tað fer tað kanska eisini at verða gjørt.
Næstu ferð:
Í komandi parti verður greitt frá Ingu Jacobsen, vermamma Jens av Reyni og Arthur Brend