Hødd uttan Rógva Jacobsen var á útivølli ímóti Haugesund. Longu eftir 15 sekundirs spæl gekk galið hjá Hødd. Dómarin meinti, at Svein Tore Brandshaug var feldur í brotsteiginum hjá Hødd, og hann dømdi brotsspark, sum Per Moren Kristiansen sendi í netið. Mótbrekkan gjørdist ov tung fyri Hødd, og í seinna hálvleiki var heimaliðið mest sum einaráðandi, og bert ein vælleikandi Vebjørn Skeide í Hødd-málinum forðaði einum veruligum stórtapi. Í yvirtíðini fekk Hødd pyntað til 3-1 við einum sjálvmáli.