Hæddarpunkt frá tveimum dystum hjá Racing Montevideo

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystunum hjá Racing Club de Montevideo móti 07 Vestur og NSÍ

U15 liðið hjá Racing Club de Montevideo hevur spælt tveir dystir innan tveir dagar. Ígjár vunnu teir 3-0 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági.

Seinnapartin í dag spældi Racing Club de Montevideo javnleik 1-1 móti NSÍ við Løkin í Runavík. Aftaná gekk leiðin á Svangaskarð at síggja NSÍ takast við Ballymena.

Hæddarpunktini frá dystinum móti 07 Vestur kunnu síggjast her:

##med2##

Hæddarpunktini frá dystinum móti NSÍ kunnu síggjast her. Tað er Jóhan Thomsen sum hevur tikið upp og sett saman:

##med3##