Høgakei og Lágakei eru ikki eftir bókini

Beate L. Samuelsen
Byráðslimur í Havn

????????
Ein ódámligur málsviðgerðarháttur er byrjaður í Tórshavnar Býráð, har arbeiði verða sett í gongd undan nevndarviðgerð og uttan at peningur er játtaður fyrst
Tá borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, í einum blað fríggjadagin verður endurgivin fyri at siga, at alt er farið fram eftir bókini í sambandi við arbeiðið framvið Müllers Pakkhúsi, Lágukei og Høgukei, so eri eg absolutt ikki samd við honum í tí.
Hvat hetta er fyri ein bók, hann hugsar um, veit eg ikki. Kenni hana ikki. Kann vera, at rithøvundur í nánd av borgastjóranum er í ferð við at skriva eina slíka bók, Ja, man veit ongantíð. Andstøðan kennir einki til hana.
Einasta eg veit, er, at á býráðsfundinum hóskvøldið 26. mai 2005, atkvøddi eg ímóti hesum máli um Høgukei og Lágukei og málinum, sum snúði seg um innrættan av eini starvsfólkamatstovu í kjallararanum undir Gamla Posthúsinum.
Starvsfólkamatstovan skal nýtast gerandisdagar, og í vikuskiftum skal hetta vera ein útatvend matstova. Hvat er ein útatvend matstova? Havi ongantið hoyrt orðið áður.
Ikki tí, at eg havi nakað ímóti hesum báðum ætlanum, men eg vil til eina og hvørja tíð harðliga mótmæla tí mannagongd, ið málini hava fingið í teim nevndum, tey hoyra heima. Nevniliga, at arbeiðini eru sett í gond, áðrenn nevndarviðgerð og uttan, at peningur fyrst er játtaður.

Telefonpraj
Í samgonguni meta tey arbeiðini sum tað bera peanuts.
Tað geri eg ikki. Eg neti hesi mál sera álvarsligat vera. Hetta eru arbeiði, sum ávikavist eru mett at kosta kr. 800.000 kr. (pluss kr. 800.000 aftrat, sum Havnarnevndin skal fíggja) og kr. 900.000, tilsamans 1,7 mió. kr. í býráðsins lut
Í tí førinum, har Havnanevndin skal fíggja sín part av keiunum við Müllers Pakkhús, hevur málið ikki fingið nakra viðgerð annað enn, at formaðurin í nevndini, Leivur Hansen, hevur ringt runt til nevndarlimirnar og spurt, um teir høvdu nakað ímóti, at kr. 800.000 vóru nýttar til hetta arbeiðið.
At samgongan við borgarstjóranum knappliga hevur fingið ilt í politisku samvitskuna ella eisini hevur fingið nøkur orð frá okkara nýsetta løgfrøðingi um líka at fáa hasi tingini uppá pláss, eftir arbeiðini eru sett í gongd fyri skattaborgarans pengar og uttan játtan um fígging á rætta stað, er alla átalu vert.
Hetta er præcis tað, sum sitandi samgonga í Tórshavnar býráð er farin at arbeiða eftir. Brúka pengar til alt, sum kann tekkjast borgarunum uttan at játtanin er fingin til hetta.
Fekk eitt tips um hetta, tá hendan samgongan var veruleiki, men trúði tí ikki.
Hevði forsvorið, at tað kundi blíva so galið.

Spurningar ikki svaraðir á rætta stað
Allir teir spurningar, sum undirritaða setti á býráðsfundinum hóskvøldið í sambandi við hesi bæði arbeiðini, sum sett eru í gongd, áðrenn játtanin um pening vóru givin, hvør sett hevði arbeiðini í gongd, og hvør hevði fingið arbeiðini, vóru ikki svarað.
Tað mátti bíða til dagin eftir, segði borgarstjórin. Tá fór hann at senda eitt skriv út, og kundi eg sum ganska gemenur býráðslimur fáa svar uppá teir spurningar, sum eg setti fram á býráðsfundinum.
Sum grundgeving fyri hesum, upplýsti borgarstjórin, at tað komst av innlitinum í málinum um Høgukei og Lágukei, sum ein annar býráðslimur, Jan Christiansen, vikuna undan hevði biðið um. Umsitingin var sett til at arbeiða yvir, segði hann, og skuldi hon nýta alla náttina, náttina til fríggjadagin, um neyðugt fyri at fáa skjølini til umbidna innlitið til vega.
Ein løgin framferðarháttur, eg má so siga. Áheitan Jan Christiansens um innlit hevði einki við mínar spurningar at gera.
Men soleiðis verður lagið komandi tíðina í Tórshavnar kommunu, góðu borgarar. Tað gjøgnumskygnið, sum tveir av tjóðveldislimunum í Býráðnum tosaðu seg hásar av sum andstøðulimir undir seinastu fýra ára býráðssetu, er líka sum døggað eitt sindur til, síðani teir komu framat og nú bóltað sær sum best ber ti.l
At hinir limirnir taka undir við teimum, skilji er ikki, tí har skuldu verið nøkur skilafólk ímillum.
Vil líka upplýsa, at í einum skrivi frá borgarstjóranum dagin eftir býráðsfundin, er upplýst, at tað er Guttesen & Staksberg, sum hevur fingið bæði arbeiðini, sum málini snúgva seg um, bæði tað við Høgu- & Lágukei og Posthúsið.