Høgan lønarskatt!

Valevni fyri allar Føroyar
Nú hava fleiri røddir verið frammi í miðlunum seinastu tíðina, har tað er varpað ljós á, at vit hava ov høgt skattatrýst, og tað loysir seg ikki at arbeiða, av tí at lønarskatturin er alt ov høgur. Eisini verður borið fram, at tað er í dag ringt at fáa fólk at arbeiða yvirtíð.
Nýggjar kanningar vísa eisini, at kvinnur velja at vera heima, orsakað av ov høgum lønarskatti.
Hetta er púra burturvið, og mín vón er, at mínir góðu floksfelagar og samgongan fær rættað henda skeivleika.
Men sjálvsagt, tað er jú ikki bara sum at siga tað. Vit vita jú, at hallið á fíggjarlógini er stórt, og arbeiðsloysið veksur støðugt - og ræðumyndin er vaksandi fráflyting.
Um vit ikki gera okkurt við henda høga lønarskatt, so fáa vit jú uppaftur størri hall á fíggjarlógini. Vit fáa eisini minnii arbeiðsmegi við neyðuga førleikanum, tí tey fara kanska av landinum til betri kor, vegna ov høgt skattatrýst.
Loysnin er at lækka marginalskattin og gera hann meira lagaliga hjá løntakarum. Hetta er sjálvsagt eisini tað einasta rætta at gera.
Sum nú er, hava fólk ikki meira enn 30 krónur eftir av hvørjum hundraðkrónuseðli. Fyri tær 30 krónurnar skulu tey jú eisini liva og hava til dagligt breyð og mjólk til børnini.
Vit mugu verja tey, sum enn eru í Føroyum
Vit mugu verja tey, sum enn búgva í Føroyum, og loysnin er ikki núverandi lønarskattur. Lønarskattuin, sum nú er, ger jú, at fólk halda seg aftur við at arbeiða, har sum arbeiði enn er.
Nógv fólk eru longu flutt av landinum ella hava ætlanir um tað. Samstundis verður tosað um, at fáa fólk at flyta heim aftur!
Alt gott um at fáa fólk heimaftur til móðurlandið, men vit skulu eisini hava nakað at bjóða teimum - høgur lønarskattur og núverandi skattatrýst er ikki lokkandi!
Bústaðarpakkin
Eitt annað, sum eg sakni í almenna politikkinum, er, at vit frá politiskari síðu fáa gjøgnumført tann skjótt 11 ára gamla bústaðarpakkan. Hesin pakkin liggur framvegis í tinginum til viðgerðar. Tað fer at muna hjá okkum øllum, serliga hjá okkara familjum, sum vilja seta búgv.
Almenni raksturin má tálmast
Men vit mugu eisini almenna raksturin tey næstu árini fram og hjálpa vinnuni við at betra um karmarnar. Vit mugu styrkja familjurnar í royndunum at seta búgv og framhaldandi hjálpa okkara veiku til eitt betri lív. Men tað krevur meira virksemi og betri karmar til vinnulívið.
Vinnulívið
Vit mugu fáa lønarskattin niður og seta meira fer á vinnulívið, soleiðis at vit fáa ment vælferðarsamfelagið.
Uttan vinnulívið er jú heldur einki vælferðarsamfelag. Somuleiðis hevur vinnulívið brúk fyri vælferðarsamfelagnum. Tað er jú skil og vit!
Eg haldi, at vit skuldu givið fleiri aliloyvi, serliga í útjaðaranum. Alivinnan gevur jú nógvar inntøkur inn í kommunal- og landsskatti. Eftir mínum tykki eru ov fá aliloyvi.
Somuleiðis kunnu vit gera meira burðardygga íløgur innan orkuframleiðslu. Sum nú er SEV alt ov ráðandi á hesum øki. Somuleiðis skulu vit finna nýggjar leiðir, eitt nú innan KT vinnuna.
Almennar íløgur
Nógvar almennar íløgur eru í gongd nú, og í eru fleiri byggingar á veg. Tað vera í løtuni bygdir nógvir almennir skúlar, ellisheim o.a. og hetta er sjálvsagt at frøast um. Tí tað hjálpir uppá inntøkusíðuna hjá landinum og hjá kommununum. Harvið fær byggivinnan eisini meira arbeiði.
Skeivt at skera blokkin á sinni
Eg haldi, at tað var púra skeivt at skera blokkin á sinni og ikki tálmað teimum almennu útreiðslunum samstundis.
Avleiðingarnar síggja vit eisini í dag av somu orsøk. Vit hava ov stórar útreiðslur til vælferðarsamfelagið og ov fáar inntøkur.
Men tað er ikki bara tær almennu útreiðslurnar, sum eru orsøkin til okkara hall, sum er á fíggjarlógini. Vit liva við eini heimskreppu, sum ger, at bæði oljuprísir og matvørur hækka. Hetta hava vit jú ikki stóra ávirkan á.
Tað skal løna seg at arbeiða - tað skapar menning
Eg havi altíð hildið, at tað skal løna seg at arbeiða, av tí at vit tessvegna fáa vit ein vøkstur og menning í okkara samfelag. Eg meti eisini, at vit høvdu fingið meira burturúr, um skattatrýstið sum heild ikki var so ovurstórt høgt, sum tað er í dag. Tí bæði lág og høgu inntøkurnar eru sera hart raktar.
Vit hava jú øll nógv eyka gjøld frammanundan at dragast við. M.a. SEV, olju, bensin og ikki at gloyma matvøruprísir, sum ongantíð hava verið so høgir sum nú.
Alt hetta ger tað sera trupult hjá tí einstaka húsarhaldinum at fáa alt at javnviga fíggjarliga.
Ein inntøkur missur.
Tað harmar meg, at vit hava ein stóran inntøkumiss við at “eingin politikari torir” at nema við spurningin um teir mongu føroyingar sum sigla uttanlands og gjalda ikki skatt í Føroyum.
Mær vitandi tók Jóannes Eidesgaard fyrrverandi fíggjarmálaráðharri málið upp. Men hóttanir um at flyta heilar familjur fóru av landinum, leggi eftir minum tykki lok á málið. Eg sigi ikki, at teir ikki skulu forvinna sær pening uttanlands. Men við verandi skattagrundarlagi hjá okkum, sum nú halda samfelags hjólinum koyrandi, høvdu eini 5 til 10 % í skatti til Føroya land gjørt ein stóran mun og bøtt munandi um hallið á fíggjarlógini.
Tíverri sigur okkara núverandi skattaskipan: - “ Tað skal ikki loysa seg at arbeiða” hjá øllum lønmóttakarum - men summi sleppa enn betri enn onnur!
Hetta mugu vit rætta uppá – annars er ikki nógv eftir!

Levi Mørk
valevni fyri allar Føroyar, Javnaðarflokkurin