Í mong ár lá oljuprísurin um 20-25 dollarar, men í 1999 fór hann niðurum 15 dollarar. Serfrøðingarnir stóðu oman á hvørjum øðrum fyri at spáa, at útboðið av olju var so stórt, at prísurin neyvan nakrantíð fór at fara upp um 20 dollarar aftur. Longu árið eftir var hann væl omanfyri 20 dollarar.
Hetta vísir bæði hvussu torført tað er at spáa um oljuprísin - men eisini at skalt tú spáa um nakað sum helst, mást tú hava gjørt títt heimaarbeiði fyrst, soleiðis at tú hevur kvalifiseraðar metingar og ikki einans gitingar.
Nakrir serfrøðingar høvdu tó longu ávarað um, at útboðið av olju komandi árini fór at verða avmarkað, og at vit tí máttu rokna við hækkandi oljuprísum. Hesir vórðu hildnir fyri gjøldur og blivu kallaðir fyri dómadagsprofetar. Kanska skuldu vit havt lurtað betur eftir teimum?
Vanliga er nógv lættari at fáa fólk at taka undir við eini positivari forsøgn heldur enn eini daprari forsøgn, sum krevur at tú tekur støðu og gert nakað við tingini. Hetta var støðan tá forsøgnirnar komu í 1999 og er eisini støðan í dag.
Í dag eru tó allir serfrøðingar samdir um, at oljuprísurin komandi árini fer enn longur upp enn hann er í løtuni. Ósemjan liggur tó í um hann fer at halda sær á høgum støði, ella um hann fer at fara niður aftur um t.d. 5 ár.
Verðins mest handlaða vøra
Olja er verðins mest handlaða vøra. Eingin onnur vøra hevur eins stóran part av verðinshandlinum og oljan hevur tað. Hetta merkir, at útboð og eftirspurningur eftir olju eru altavgerandi fyri prísin á oljuni. Sjálvsagt er eisini spekulatión inni í prísinum, men høvuðsprísásetingin er stýrd av útboð og eftirspurningi.
Tí fáa tey minstu tingini, ið hava ávirkan á útboðið, eisini ávirkan á prísin: Um Hugo Chavez hóttir við at minka um oljuútflutningin til USA, um onkur er burturfluttur í Nigeria ella um onkur oljupipeline í Irak er sprongd – alt ávirkar prísin.
Skulu vit meta um gongdina í oljuprísinum komandi árini, er tískil neyðugt at meta um gondina í útboðnum og eftirspurninginum. Lat okkum tí hyggja eftir eftirspurninginum og útboðnum.
Eftirspurningurin
Seinastu árini er eftirspurningurin eftir olju øktur rættiliga nógv frá skjóttvaksandi búskapum, sosum Kina, India og londum í Miðeystri. Øll tekin eru um, at hóast prísurin er farin nógv upp, vil hetta einans minka um vøksturin í eftirspurninginum, men ikki fáa eftirspurningin til at minka.
Kinesarar, Indarar og onnur stremba eftir tí vesturlendska livistøðinum, og búskaparvøksturin í londunum gevur teimum møguleika fyri at fáa dreymarnar uppfyltar.
Fleiri av londunum hava stuðulsskipanir fyri oljuprísirnar – tvs. at brúkarnir í hesum londunum merkja í nógv minni mun hækkandi oljuprísirnar, og tískil veksur eftirspurningurin nógv hóast at prísurin á verðinsmarknaðinum er farin nógv upp.
Evropa hevur megnað at hildið eina nøkunlunda javna oljunýtslu síðan oljukreppurnar í 70’unum, meðan USA, sum brúkar 25% av allari verðinsoljuni, hevur havt hækkandi nýtslu. Metingarnar í dag eru, at sjálvt um eftirspurningurin úr USA møguliga minkar nakað, orsakað av fíggjarkreppuni sum er í løtuni, vil eftirspurningurin úr øðrum londum vaksa so mikið nógv, at samlaði eftirspurningurin neyvan fer at minka, men heldur vaksa.
Aðrar orkukeldur?
Tá olju-kreppurnar vóru í 70’unum, minkaði oljunýtslan við, at man skiftið burtur frá olju til aðrar orkukeldur, har tað bar til. Tað var serliga innan el-framleiðslu, upphiting og líknandi at tað var gjørligt at skifta. Munandi verri er at skifta til aðra flutningsorku – tvs. at fáa bilar, flogfør, skip o.a. til at nýta aðra orku enn olju.
Í dag verður oljan einans nýtt, har tað veruliga er neyðugt at brúka júst olju – tvs. sum flutningsorka og til kemikaliir.
Møguleikin fyri at skifta til aðrar orkukeldur í komandi árum er tí ógvuliga avmarkaður.
Fyri Føroyar er støðan tó ein onnur, tí her verður bæði upphitingin av húsum og el-framleiðslan framleidd úr olju. Her eru sostatt møguleikar fyri at skifta orkukeldur – hetta venda vit aftur til í triðju kronikkini, har kjakast verður um møguligar loysnir.
Útboðið
Útboðið av olju liggur um 85 mió. tunnir um dagin. Hetta er ikki einans útboðið frá vanligu oljukeldunum, men eisini frá oljuframleiðsluni úr tjørusandinum í Canada og Venesuela, djúphavsolju, etanol, bio-olju, gas-til-olju og aðrari ’ótraditionellari’ oljuframleiðslu.
Vanliga oljuframleiðslan – tvs. har tú borar niður í undirgrundina og pumpar oljuna upp – liggur um 75 mió. tunnir um dagin og hevur verið minkandi seinastu árini.
Orsøkin til at samlaða oljuframleiðslan í heiminum hevur hildið sær, hóast minkandi traditionellu framleiðsluna, er, at ótraditionellu framleiðslurnar hava verið vaksandi.
Stóri spurningurin er, um samlaða oljuframleiðslan fer at vaksa ella minka í komandi árum?
Stórt sæð allir serfrøðingar halda, at framleiðslan kann vaksa eitt vet afturat tey komandi 3-4 árini, men eftir 2011/2012 sær út til at framleiðslan fer at minka, tí vanliga oljuframleiðslan er í minking.
Ótraditionella oljan
Nakrir serfrøðingar vænta, at tá oljuprísurin gerst nóg høgur, vilja aðrar framleiðslur loysa seg, her verður serliga hugsað um ótraditiónellu framleiðslurnar, og tí vil samlaða oljuframleiðslan aftur vaksa.
Hetta er uttan iva rætt í ein ávísan mun, men her skal ein hugsa um, at nógvar avmarkingar eru fyri ótraditiónellu framleiðslunum. Framleiðslan úr tjørusandi er avmarkað av gass-framleiðsluni og vatninum, framleiðslan av etanol og bioolju er avmarkað av at sama rávøra skal nýtast til mat og tí er hendan framleiðslan við til at leggja trýst á matvøruprísirnar. Aðrar ótraditiónellar framleiðsur eru eisini til, men allar hava sínar avmarkingar.
Tað er heldur ikki nøkur løtt uppgáva at skula finna alternativir til oljuna – hetta er jú, sum nevnt, verðins mest handlaða vøra – tvs. har skal ein øgilig mongd til av alternativari orku fyri at seta í staðin fyri oljuna.
Hóast ótraditiónella oljan uttan iva fer at fáa stóran týdning í komandi árum, verður framleiðslan neyvan stór nokk til at kunna fáa avgerandi týdning fyri samlaða útboðið av olju.
Hægri oljuprísur
Mest sannlíkt er tískil at meðan eftirspurningurin eftir olju er støðugt vaksandi, er útboðið av olju í besta lagið støðugt og í ringasta førið minkandi. Sambært allari standard búskaparfrøði vil hetta merkja vaksandi oljuprísir – eisini í komandi árum.
Ringt er at siga júst hvussu prísirnir koma at síggja út í komandi árum, tí vil eg heldur ikki koma við nøkrum boðið her, men bert nevna at serfrøðingar í dag javnan tosa um bæði 200 og 300 dollarar fyri tunnuna innan tey næstu 3-4 árini. Um vit veruliga koma at uppliva eina tvífalding ella meiri innan 3-4 ár tori eg ikki at siga nakað um – men kósin er sett uppeftir.
Avleiðingarnar og loysnir
Í tveimum komandi kronikkum fari eg at siga eitt sindur um avleiðingarnar fyri heimssamfelagið og Føroyar av hækkandi oljuprísum. Eisini fari eg at peika á nakrar møguligar loysnir fyri føroyska samfelagið.
____________________
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður, fer í trimum kronikkum at viðgera eina hina størstu búskaparligu avbjóðingina í Føroyum og kring knøttin: teir hækkandi oljuprísirnar.
Evnið verður skipað soleiðis í hvør sínari kronikk:
1. Trupuleikin: Hví hækka oljuprísirnir, og hvat skulu vit rokna við í komandi árum?
2. Avleiðingarnar: Hvørjar eru avleiðingarnar fyri heimsbúskapin, fyri Føroyar og einstøku familjurnar?
3. Loysnir: Hvat eiga vit at gera fyri at minka um negativu árinini av hækkandi oljuprísum?
Hendan kronikkin viðger fyrsta partin, og evnið er hví oljuprísirnir hækka?