Høgna Traðará til minnis

f.17. novembur 1980 d. 27. juni 2003

Góði Høgni.

Løtur eru í lívinum, har ein kennir tað sum um alt steðgar upp. Tíðin, lívið, veruleikin og meiningin. Har ein so brennandi ynskir, at tað ber til at spola lívstráðin eitt lítið sindur aftur, og so seta í gongd av nýggjum og leypa um hendingina, sum fekk alt at steðga upp. Ein tílík løta var hendan vakra summarmorgunin, út móti morgni, tá dagurin var um at fáa lív, og vit fingu lagnutungu boðini um, at tú hevði fingið sera álvarsligan løst í eini ferðsluvanlukku. At tað stóð um lív, og at vánirnar vóru lítlar og ongar. Hetta var uttan fyri okkara fatanarevni og so púra meiningsleyst. Ungur og spelkin. Á gáttini til at byrja lívið. Við greiðum framtíðarætlanum. Ávegis uttanlands at leita tær víðari útbúgving og leggja lunnar undir vaksnamannalívið. Og so við eitt høgg, sá alt út til at liggja í skeljasori.
Eina viku mátti tú so liggja í andaleypi. Har vit stúrdu og vónaðu, hvørt um annað. Inniligu ynskini um at alt skuldi spæla væl av, og so bivandi óttin fyri at títt sprelska lyndi skuldi verða fangi í kryplum hylki. Hesir dagarnir vóru tungir. Meiningsloysi kendist so altumfatandi. Men vit fingu høvi til at hava teg millum okkum nakrar dagar afturat og royndu at siga tær alt sum vit høvdu á hjarta. Tú skuldi havt verið til seinastu próvtøkuna á Handilsskúlanum. Ein glotti hómaðist tann dagin floksfelagar komu við húgvuni, sum tey so fegin vildu hava, at tú eisini fekst á høvdið. Tann dagin tú skuldi havt verið á Kambsdali eftir prógvnum, vart tú fyri seinasta bakkkastinum, og seinasta vón okkara brast. Morgunin eftir sovnaði tú stillisliga fyri seinastu ferð. Vit fingu møguleikan at verða hjá tær tá og siga tær farvæl. Tað hevði týdning fyri okkum, at vit fingu tað høvið.

Brot úr lívsins filmi hava verið spæld umaftur og umaftur seinastu mánaðirnar. Brot, har vit høvdu leiklut saman. Var ikki meir enn stór smágenta tá tú var føddur og átti tú beinanvegin stórt rúm hjá okkum øllum. Tað var á ein hátt, sum at hava fingið ein lítlabeiggja afturat. Tín lutur allan vegin frá smádrongi til vaksnan mann. So sprelskur og samstundis so spakur. So lítil og spinkul og nú so stórur og prúður. Frá tú vart trillaður um geilar í bygdini til mín fyrsta túr út um landoddarnar, har tú eisini vart við. Luturin frá at vera lítlibeiggi til tað stóra systikinabarnið hjá børnum okkara og gubbi at tí yngsta. Tann stóri, sum tey sóu upp til. Allar hesar myndirnar, sum vit nú mugu noyðast við at minnast, halda fastar og leggja okkum betri í geyma, so tær ongantíð verða gloymdar. Sum vit skulu geva víðari til tey, sum eru ov lítil at minnast.

At vera til jarðarferð hjá unglinga er andsøgn í sær sjálvum. Roynt varð at gera hesa lagnutungu løtuna í tínum anda. Tung var hon, og tung vóru fetini í fylginum seinasta túrin í bygdini. Lívgandi var tann stóra samkensla og tann stóru skarði, sum tóku tungu fetini saman við okkum.

Orðini tykjast so fátøk í hesum meiningsloysi. Saknurin svárur hjá okkum, men ongastaðni so svárur sum hjá tykkum, sum hava mist son og beiggja. Góða Sunrid. Løturnar kendust so høpisleysar, óveruligar og tó so nærar. Í veikleikanum er tað at styrkin skal finnast.

At finna gerandisdagin aftur, lata lívið halda áfram og ásannað, at restin av verðini heldur á, sum um onki var hent, kann tykjast so órættvíst. Men tað er lagnunnar vegur og nakað av linna finna vit í orðunum hjá ókenda yrkjaranum, sum prestur hevði frammi við jarðarferðina, og har orðið verður latið honum, sum farin er:

Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.
Eg eri eg, og tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat mítt navn framvegis hoyra upp í okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært, tað er, eins og tað altíð var, tað heldur á øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.


Hvíl í friði, góði Høgni.
Takk fyri alt !

Margit við familju