Tónleikur
Á tíðindafundi hjá Roskilde Festivalinum í Amager Bio í Keypmannahavn, varð skráin fyri ársins festival løgd fram. Frammanundan var greitt, at Høgni Lisberg skuldi luttaka, men leysasøgur hava gingið um, at eitt nú Teit, Lenu, Gestir og 200 vóru á skránni. Eisini hevur verið ført fram í onkrum miðli, at Eivør skuldi spæla har, tó at hetta seinni var afturvíst. Tí var tað við spenningi, at Sosialurin hevði leitað sær í Amager Bio eitt hanagleiv frá føroyska miðdeplinum í Danmark, Oyrasundskollegiunum.
Frammanundan vóru 68 nøvn avdúkaði, og á tíðindafundinum vóru umleið 100 nøvn afturat avdúkaði. Tey størstu av hesum vóru ivaleyst Queens Of The Stoneage og við donskum og føroyskum eygum Nephew.
Men tað einasta føroyska navnið á plakatini við teimum 168 nøvnunum var framvegis Høgni Lisberg. Høgni skal framføra á Pavillion Junior, ið er pallurin, ið er opin dagarnar fyri at sjálvur festivalurin letur upp. Frammanundan hava bæði Clickhaze og 200 framført á hesum palli við stórum hepni.
Nógv var gjørt burturúr á tíðindafundinum, Amager Bio var umskapt til eina mini útgávu av festivalinum, við ungum fólki, ið sat millum teltini og sang og drakk øl. Eftir at nøvnini vóru kunngjørd, spældi eitt av nøvnunum á ársins festivali bretsku Electriclane nøkur løg.
Danski fjølmiðlaheimurin var væl umboðaður á tiltakinum, tí her er talan um nógv størsta tónleikatiltak í Danmark.