Høgni er Pieta Hotspurs FC leikari

ÍF miðvallarin hevur gjørt eina fyribils avtalu við 2. deildarfelagið í Malta

Ein av lyklaleikarunum í felagnum, ein miðverja úr Kamerun, er blivin skaddur og felagið hevur brúk fyri einum avloysara umgangandi.
Pieta Hotspurs FC er eitt lut­falds­liga lítið felag, men hevur stórar planir.
– Felagið sjálvt er rættuliga litið, og áskoðarnir eru ikki nógvir til dyst, men eg skilji á lagnum at figgjarliga, so er hetta felagið væl fyri, og hava stórar ambitiónir kom­andi árini, sigur Høgni Madsen úr Malta.
Liðið er ungt og minnur Høgna um KÍ liðið, sum flutti upp í bestu deildina í 2010.
– Liðið sjálvt minnir meg nógv um KÍ liðið, ið á sinni vóru í 1 deild. Ungir og evnaríkir leikarar við tveimum ella trimum royndum leik­arum.
Venjarin er Edmond Lufi og kemur úr Albania.
Pieta Hotspurs liggur nummar tvey í næstbestu deildini nú fimm umfør eru spæld. Felagið ynskir tí, at Høgni spælir við til vetrarsteðgin, tá hann so kemur aftur til Føroyar at spæla við ÍF.