Høgni Mikkelsen í býráðið í Havn

Tá býráðsfundur verður í Havn í annaðkvøld klokkan 18, verður tað Høgni Mikkelsen, sum fer at umboða Sambandsflokkin, tí Annfinn Brekkstein hevur biðið um farloyvi.

Á valinum í november í fjør fekk Sambandsflokkurin bert ein lim valdan í Tórshavnar Býráð, meðan flokkurin fekk tríggjar valdar á valinum í 2004. Heðin Mortensen fór stutt eftir valið úr Sambandsflokkinum og upp í Javnaðarflokkin. Hvørki Beate L. Samuelsen ella Høgni Mikkelsen vórðu afturvald, meðan Annfinn Brekkstein av Velbastað gjørdist einasta umboð Sambandsfloksins.