Høgni Mohr umboð hjá Geysirpetroleum

Høgni Mohr, fyrrverandi skipari og havnameistari og býráðsskrivari í Havn er settur sum umboðsmaður hjá oljufelagnum Geysirpetroleum.

Oljufelagið, sum er skrásett í Islandi men sum hevur sín uppruna og serstøka undirtøku í Noregi, fekk tillutað leitiloyvi í 2. útbjóðing á føroyska landgrunninum saman við tí føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni. Geysirpetroleum er fyristøðufelag og eigur 60% av loyvunum, meðan føroyska felagið hevur 40%. Í slikum føri skal útlendskt oljufelag lata upp skrivstovu og fáa sær umboðsmann í Føroyum. Og her hevur felagið so valt at velja ein royndan og kendan føroying. Høgni Mohr sigur við Sosialin, at hann fekk áheitan um at vera teirra umboðsmaður og tók av.

Men hvussu ber tað til at ein maður, sum er vorðin 77 gerst umboðsmaður hjá einum oljufelag! -Tá man fær eina slíka áheitan og hetta jú er ein sera spennandi tíð kundi eg ikki lata vera at taka av. Og eg vil fegin taka eina hond í , har eg kann. Her er sjálvandi ikki talan um fulltíðarstarv, men skal eg røkja ymsar fyrisitingarligar uppgávur fyri felagið.

Høgni Mohr, sum við sínum royndum sum skipari, havnameistari og býráðsskrivari, heldur tað vera eina stóra avbjóðing at fáa slíkt tilboð. Sjálvur hevur hann stóran áhuga fyri øllum tí, sum fyriferst í samfelagnum og her ikki minst á vinnuliga økinum. ?Eg lesi alt tað eg kann fáa hendur á um eitt nú oljuvinnuna og hennara framtíð, har vit eru vitni til himmalhøgar oljuprísir eitt nú orsakað av stóra eftirspurninginum úr Kina. Vit eru vitni til eitt nýtt tíðarskeið á olju- og orkuøkinum, og tað er sera áhugavert at fylgja við í.

Sjálvur heldur Høgni Mohr, at tað er rætt og skilagott, at tað verður leitað eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Men hann leggur eina við, at henda tilgongdin má fara fram skipað. -Vit mugu ikki missa okkum sjálvi burtur í hesi vinnu. Tað kann heldur eingin hava áhuga í. Men hetta kann gerast eitt ótrúliga fínt bein at standa á bera vit okkum rætt at.

Nýggi føroyski umboðsmaðurin og stjórin í Geysirpetroleum, Dag Larsen vóru á fundi við umboð fyri Oljufyrisitingina í gjár, har teir kunnaðu um viðurskifti hjá felagnum.

Geysirpetroleum fer um stutta tíð eisini at lata upp skrivstovu í Havn. Talan verður um gomlu sethúsini hjá Wilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, beint við síðuna av Smyril Line. Ætlanin er eisini, at Atlants Kolvetni skal flyta í hesi hølini, tá tey eru umvæld. Í dag húsast hetta oljufelagið í Nólsoyarstovu.