Høgni og Helgi vunnu bronsu

Tað var um reppið, at liðið hjá AIG vann seg upp á annað plássið, men teir gjørdust akkurát ov stuttir

Fimleikur

Teir báðir føroysku fimleikararnir, Helgi Winther Olsen og Høgni Øster hava í vetur verið partur av liðnum hjá AIG
Seinasta vikuskifti var finaluumfarið í donsku liðkappingini á skránni, og hjá Helga, Høgna og liðfeløgunum ráddi fyrst og fremst um at halda fast um munin niður til fjórða plássið.
Annað plássið tóktist í øllum førum at vera nakað væl burturi, men tá avtornaði, var tó heilt nær við.
Helgi greiðir frá, at teir hesa ferð vóru fullmannaðir, meðan VIK á øðrum plássi ikki var so væl mannað, sum teir onkun tíð hava verið. Og støðan gjørdist somikið spent, at tað at enda bert restaðu tvey stig í, áðrenn silvurið kom í føroyskar hendir. Samanlgt fekk AIK 519,5 stig, so tvey stig eru ikki stórur munur í hesum sambandinum.
- Um Tue Lohdal, sum er besti maðurin á liðnum, ikki hevði verið burtustaddur fyrsta umfarið, eri eg næstan vísur í, at vit høvdu rokkið silvurmerkinum, men tað má so vera harvið.
- Vit hava tó góðar vónir til komandi ár. Tá verða vit helst sama lið, sum í ar, og so mugu vit royna, um vit ikki kunnu vera við í kappingini heilt har frammi, sigur Helgi at enda.