Handilsvirkið Hógv í Søldarfirði er einasta virki í Føroyum, sum framleiðir ketlar til føroyska marknaðin. Eftirspurningurin er vaksin nógv seinastu, og fyri fáum vikum síðan fóru teir fyrstu ketlarnir til Íslands. Felagið framleiðir nú einar 100 ketlar um árið til føroyska marknaðin.
Tað var Jákup Olsen, sum í 1985 byrjaði einsamallur at gera rørarbeiði og instalera hita fyri fólk, sum bygdu ella skiftu gamla instalatión út við nýggja. Í byrjanini seldi hann útlendskar keltar, men Jákup kom skjótt eftir, at útlendsku ketlarnir vóru dýrari enn neyðugt. Tí fór Hógv undir at framleiða sínar egnu keltnar. Tey fyrstu árini samstarvi felagið við svenska fyritøku og framleiddi keltnar uppá liesens. Men skjótt byrjaðu teir at framleiða sínar egnu keltar.
Jákup eigur Sp/F Hógv saman við øðrum og leiðir virksemið, sum felagið hevur.
Kreppan
- Tá ið kreppan kom fyrst í nítiárunum, hildu vit tað vera vert at royna okkurt sjálvir,
og fóru vit tá undir at gera okkara egnu ketlar.
Jákup sigur, at Hógv ger tvær støddir av ketlum - ein til vanlig sethús og ein størri til virkisbygningar, men konstruktiónin er hin sama.
Hann ásannar, at samstarvið við svensku fyritøkuna legði góðan botn í hjá teimum, soleiðis at teir í dag hava ein ketil, sum í allar mátar er kappingarførur við aðrar ketlar á marknaðinum, bæði í dygd og prísi.
- Síðan vit byrjaðu, er ketilin broyttur og gjørdur betri og betri. Vit hava lært av
royndunum og hava í dag tann mest framkomna ketilin á marknaðinum - ein ketil, sum er gjørdur til okkara viðurskifti.
Jákup dylur ikki, at føroyski ketilin er betri enn tann svenski, sum teir gjørdu uppá liesens.
- Ketilin hjá okkum er ein sonevndur rør-ketil, sum er gjørdur úr tjúkri plátum enn vanligur plátuketil, og hann er so orkusparandi, sum ein ketil yvirhøvur kann vera. Í prísi er hann nógv bíligari enn aðrir ketlar við somu konstruktiónum.
Spurdur, hvat tað merkir, at hetta er ein rørketil, sigur Jákup:
- Ketilin er uppbygdur á tann hátt, at roykurin fer ígjøgnum rør og verður avkøldur, aðrenn hann fer upp ígjøgnum skorsteinin. Á henda hátt verður hitin av roykinum nýttur optimalt, soleiðis at minst møgulig orka fer til spillis.
Jákup sigur, at ketilin hevur eitt virkningsstig, sum hann kallar tað, ið er 95%, og tað er sera gott.
- Hetta ger eisini, at ketilin hevur eina nógv reinari forbrenning enn gomlu ketlarnir hava, sigur hann.
Útlendskur áhugi
Tá ið fiskivinnustevnan var í ítróttarhøllini í Runavík í fjør, vóru eitt nú íslendingar í Føroyum og fregnaðust eftir, hvat føroyingar framleiða.
- Vit vóru ikki við á hesi stevnu, men kortini fingu vit vitjan av íslendskum seljara, sum hevði áhuga í okkara ketlum. Hetta samstarv er nú komið har til, at vit hava leverað teir fyrstu ketlarnar til Íslands, og íslendingar hava biðið um at fáa fleiri yvir, sigur Jákup, sum er sera spentur uppá, hvussu samstarvið við íslendingar um sølu av føroyskum keltum fer at taka seg út, tí markaðurin har yviri er stórur.
Hann vísir á, at føroyski ketilin er væl kappingarførur við ketlarnar, sum eru á íslendska marknaðinum.
Hógv hevur eisini fingið ein sera áhugaverdan fyrispurning úr Danmark.
- Hetta er ein stór verksmiðja, sum framleiðir ketlar. Teir vilja keypa okkara ketlar og selja teir víðari á danska marknaðinum. Danska fyritøkan hevur spurt okkum, hvat vit kunnu selja teimum 400-600 ketlar fyri. So, hetta er ikki smávegis sáttmáli, ið talan er um.
Spurdur, um danska fyritøkan ikki hevur somu ketlar sum Hógv, sigur Jákup, at tað hava teir ikki, og danir meta, at føroysku ketlarnir verða dýrari at framleiða í Danmark enn í Føroyum.
- Vit hava tosað við donsku fyritøkuna í eina tíð um hesi viðurskifti, og mangt bendir á, at okkurt fer at spyrjast burtur úr. Men hetta er ein langsiktað ætlan, tí her er talan um so nógvar ketlar, sigur Jákup.
Hann sigur, at Hógv hevur møguleikar at økja um framleiðsluna av ketlum, men tá verður neyðugt at gera minni av onkrum øðrum.
Sniðhúsini
Jákup Olsen harmast annars um, at tey feløg, sum byggja føroysku sniðhúsini, yvirhøvur instalera útlendskar ketlar heldur enn føroyskar, sum bæði í prísi og dygd eru kappingarførir.
Spurdur, hví hetta er so, sigur Jákup, at tað er tí, at teir, sum byggja hesi húsini, velja útlendsku ketlarnar fram um.
- Vit hava tosað við einstakar av framleiðarunum, men higartil er so einki hent, sigur Jákup Olsen at enda.
Á Hógv í Søldarfirði arbeiða 6-8 mans.