##med2##
Tað var ein minni skelkur í føroyska fótbóltsheiminum tá fyrsta valið seinastu 10 árini, Gunnar Nielsen var vístur til beinkin, og besti heimligi málverjin, Teitur Matras Gestsson slapp at verja føroyska málið í Nations League dystinum móti Lettlandi í Daugava ígjár, ið endaði við javnleiki 1-1.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari greiðir frá, at tað var ikki ein løtt avgerð, men Gunnar hevur av koronaávum ikki verið við landsliðnum undanfarnu dystirnar, og hartil er talan um væl minni dystarvenjing, tí koppaði tað til Teit hesaferð, ið annars hevur gjørt tað framúr væl í føroyska málinum.
Håkan Ericson er fegin um, at tað endaði 1-1 heldur enn 0-0 ígjár. Við 1-1 javnleikinum fylgja nakrir fyrimunir. Føroyar kunnu við sigri ella javnleiki vinna bólk 1 í Nations League D. Men tað kunnu Føroyar nú eisini við einum 2-3 tapi og einum 3-4 tapi.
Endar tað 3-2 til Malta hava bæði Malta og Føroyar 11 stig og málmunin 10-7, og tá hevur Malta vunnið 3-2 á Føroyum á Malta, og Føroyar hava vunnið 3-2 á Malta í Føroyum. MEN tá hava Føroyar skotið samlað fýra mál á útivølli í kappingini, og Malta hevur tá bara skotið samlað trý mál á útivølli í kappingini, og tá koppar roknistykkið til Føroyar. Malta vinnur bólkin um maltesar vinna 1-0 ella 2-1, tí tá hava maltesar fleiri útivallarmál í innanhýsis uppgerðunum.
Håkan Ericson ætlar at verjan skal binda betri fyri, og so verður farið eftir at skjóta minst tvey mál, tí tað fer at krevja, at Malta vinnur 4-2.
Um Føroyar vinna bólkin flyta vit upp í Nations League bólk C.