Håkan: Vit mugu arbeiða við álopsspælinum

Landsliðið: Håkan Ericson bjóðar til álopsfótbólt á Malta í kvøld

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Malta á Ta’Quali leikvøllinum Í Nations League kappingini. Føroyar liggja nummar eitt við 11 stigum og málúrtøkuni 8-4, meðan Malta hevur 8 stiga øðrum plássi við málúrtøkuni 7-5.

Talan er um eina finalu, har Malta við 1-0, 2-1 ella fleir málssigri kemur viðari. Vinnur Malta 3-2, 4-3, ella Føroyar fáa javnleik ella vinna, so eru Føroyar vinnarar av bólki 1 í deild D í Nations League. Tað merkir uppflyting til deild C, har mótstøðan verður sterkari og pengarnir fleiri.

- Tað, sum vit hava gjørt í heyst, hevur verið avbera gott. Vit hava vunnið okkum í eina góða støðu undan seinasta dystinum. Tað skal nógv rokning til, fyri at fáa skil upp á alt, men vit høvdu rokna okkum til, at vit kundu ikki brúka ein málleysan javnleik móti Lettlandi til so nógv, sigur Håkan Ericson.

Tað byrjar at blíva áhugavert, um Malta vinnur 3-2. So eru liðini jøvn í stigum, málmuni og innanhýsis málmuni. Tá verður tað tað liðið, sum hevur skotið flest mál á útivølli í bólkaspælinum, sum kemur víðari. Vinnur Malta 3-2 kemur Føroyar upp á fýra mál á útivølli, meðan Malta hevur trý. Tí hevði eina málið í 1-1 javnleikinum móti Lettlandi nógva at siga.

- Tað er ein sterk mótstøða, so hetta er ein 50-50 dystur. Vit kunnu taka við okkum arbeiðsinnsatsin og verjuspælið frá dystinum móti Lettlandi, men vit mugu arbeiða við álopsspælinum til dystin móti Malta. Tað vóni eg, at vit klára at taka við okkum til tann dystin. Á heimavølli móti Malta kundu vit verið á odda við 3-0 í hálvleikinum, men teir megna eisini at venda dystinum. Tað er eitt gott fótbóltslið við fleiri tekniskum spælarum, um spæla væl tá teir fáa pláss, sigur Håkan Ericson.

Hann heldur fyri, at føroyska liðið nú skal fram at skjóta mál, tí koma vit upp á tvey mál, so skal Malta skjóta fýra fyri at koma víðari. Føroyska liðið er uttan Sonna Ragnar Nattestad, sum leikbann, meðan Brandur Hendriksson og Hallur Hansson eru tøkir aftur. Teir koma væntandi inn á miðvøllin.

Landsdystinum á Malta verður í kvøld klokkan 19.45. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##