Eivind Jacobsen
Strendur
Flaggskipið í føroyska flotanum skal ætlandi útskiftast við eitt nýtt og størri skip. Nýggja skipið er sera størt, og prísurin er mettur at verða 700 milliónir. Sjálvandi verður hann nakað hægri tá saman um kemur. Einki óvanligt í tí.
Men tað verður so tað einasta sum er sum vanligt. Eg havi gjørt mær tann ómak at spyrja meg fyri hjá vælvitandi keldum um ymisk viðurskifti. Havi í hesum sambandi fingið eitt eintak av frágreiðing, sum bleiv útleverað til partaeigarar á seinasta aðalfundi.
Teir upplýsingar, sum eg havi fingið, eru skakandi. Eg skal royna at siga hví.
Smyril Line í dag
Smyril Line hevur í dag ein sáttmála um nýtt skip, sum er trupul at halda, og tí er sáttmálin útsettur í eitt ár. Einki er upplýst um, hvat tað kostar at útseta hendan sáttmála. Men vit fáa at vita, at Norrøna er pantsett fyri 52 milliónir. Á Skráseting Føroya fæst at vita, at Hotel Føroyar skyldar 15 mió, og lán í skrivstovubygningi er 13,5 mió. Tí kann ikki lánast upp á hesar bygningar heldur.
Havi fingið at vita, at Smyril Line ikki hevur goldið umbyggingina seinasta heyst, og tí skyldar Smyril Line framvegis uml. 20 mió til Danska Skipasmiðju. Tað kann tí hugsast, at aðrar ógoldnar rokningar eisini eru. Úrslit fyri seinasta ársfjórðing 2000 var mett av Smyril Line íroknað sera bjartskygdar metingar av frakt inntøkum at geva 4 mió í halli. Einki frættist um, at tað er betri enn væntað, og tí verður mett, at úrslitið er verri enn ætlað. Eimskip hevur aðalfund fyrsta dagin, og tí eigur Smyril Line eisini at vita, hvat úrslitið er fyri ár 2000.
Fíggjarætlanin fyri komandi árini tykist ógvuliga illa undirbygd. Roknað verður við sera stórum vøkstri, og tí eigur at verða kravt, at betri grundgeving enn ber trúgv. Vit tosa um 700 mió!!
Ferðafólk
Rokna verður við, at ferðafólkatalið fer at vaksa upp til 95.000 fyrsta árið við nýggja skipinum. Hetta er 43% meira enn tað var seinasta ár. Ikki minni veruleikafjart ljóðar hetta, tá ferðafólkatalið seinsta ár var 7-8% lægri enn í 1999.
Upplýst verður, at príslækking á loftvegis flutningi til Ísland viðførdi 50% afturgongd á rutuni til Íslands. Er støðan í Føroyum ikki á veg til at blíva tann sama. Mærsk og Atlantic eru raskir við tilboðum. Er ikki rætt at rokna við, at hetta tíður uppá, at Mærsk ikki hevur hug at flúgva við hálvari last, og er til reiðar at gera tað, sum er neyðugt, fyri at broyta hetta.
Nýggja skipið skal brúkast at flyta fólk úr einum stað til eitt annað stað. Tí kann ikki roknast við, at eitt betri skip broytir munandi uppá hvussu nógv ferðafólk koma til Føroyar.
Sum grundgeving sigur Smyril Line, at kapasiteturin økist 50%. Men samstundis verður sagt, at belegningurin er í dag 52%!! Rokna verður tí við, at nýggja skipið hevur sama belgning sum gamla skipið. Um hetta kann brúkast sum grundgeving, so er bara at byggja enn stórri skip.
Slíkar grundgevingar seta spurnartekin við trúvirðið.
Farmur
Mín uppfatan er, at forvæntningarnir til farmaflutning eru púra burtur við. Hóast nettoinntøkan av farmi í 1999 var 10 mió. verður mett, at nettoinntøkan av farmi verður 45 mió í 2003 vaksandi upp í 80 mió í 2007. Í frágreiðing sum Føroya Landsstýri lat gera í 1996 (Sjófarleið til Skotlands 27/9-96) verður mett, at totalar nettoinntøkur av farmi sum t.d. Norrøna hevði møguleika at frakta til og úr øllum londum til Føroyar, var 68 milliónir(s12). Hetta var til og úr øllum londum. Talið er nakað hægri í dag. Hetta sigur okkum, at rokna verður í fíggjarætlan við, at Smyril Line fær meira enn 100% av marknaðinum.
Saman við nevndu frágreiðing fekk eg bræv, dagf. 27/9-1996, sum m.a. Smyril Line hevði sent Landsstýrinum. Har bleiv sagt, at sambært teirra útrokningum, loysti ein slík ruta seg ikki. Hví er so nógv broytt nú?
Hetta er púra burtur við. Eisini sigur hetta okkum, at vit eiga at ivast í, um nakað skil er í hesari ætlan.
Smyril Line sigur, at RO-RO flutningur er sera góður flutningsháttur. Hetta eru hini flutningsfeløgini samd í, um talan er um ávísar vørur. Men tey vísa á, at hetta er nógv dýrari flutningsháttur enn bingjur og plattar. Eisini verður ført fram, at royndir vísa, at kundin ikki vil gjalda eyka fyri hendan flutningsháttin. Tí tapur RO-RO flutningur eina prískapping.
Alt hetta skal haldast saman við, at Netto frakt hjá SL verður mett at vaksa úr 10 mió í 1999 upp í 80 mió í 2007. Hetta svarar til at SL hevur 100% av marknaðinum í 2007
Fastar útreiðslur
Føstu útreiðslurnar vaksa ikki, hóast nýtt skip, sum er tríggjar ferðir stórri enn tað gamla verður keypt. Hvussu ber tað til. Bæði frakt og ferðafólk økjast í tali, og tí skuldi tú trúð, at skipið bleiv dýrari í drift. Olja er mett til 14 mió í 2001, hóast meting fyri 2000 sigur at olja kostar góðar 16 mió.
Hetta sigur okkum eisini nakað um trúvirði á fíggjarætlanini.
Hví skal nakar trúgva, at úrslitið fyri 2001 og 2002 verður avlop uppá 16 mió og 24 mió, tá úrslitið fyri 2000 allarhelst er undirskot. Tað skal meira til enn at vænta og vóna, at inntøkurnar økjast 16-24 mió netto uttan nakra grundgeving. Hvørki góða ella vánaliga.
Er Smyril Line insolvent?
Í ætlan til partaeigarar verður grundgivið fyri hví pengar mangla til at gjalda ratur til Týsku Skipasmiðjuna (s10-11). Sáttmálin bleiv undirskrivaður 1 juni 2000, og tí er eingin umbering fyri at pengar mangla. Tá visti Smyril Line um umbyggingina, og annars er hon ikki goldin enn, og tí er trupult at taka hesar grundgevingar fyri fult.
30 mió skulu gjaldast 2. apríl, og tí manglar Smyril Line í dag 50 mió og hevur ein tóman kassa. Allar ognir hjá felagnum og dóttirfeløgum eru veðsettar, og tí kann felagið ikki lána nakað móti trygd. Út frá hesum noyðast vit at konstatera, at um einki hendur, fer Smyril Line óiva á húsagang í nærmastu framtíð.
Kapitaltørvur
Smiril Line skal lána 525 mió og sjálvt fíggja 175 mió av keypsprísinum. Hetta skal gerast við 125 mió nýtekning og sølu av Norrønu fyri 50 mió. Men Smyril Line skal eisini finna fígging til 20 mió til Fredericia og harumframt kostar útseting av sáttmála helst nakrar. Tí tørvar Smyril Line meira fígging, tá nýggja skipið skal latast. Møguliga 50 mió. Og tá er ikki tikin hædd fyri meirkostnaðinum av nýggja skipinum.
Partaeigarar
Ein hetlendskur grunnur ætlar at tekna 50 mió. í partapeningi. Eg havi fingið upplýst, at hesin grunnur bert kann seta í nýggjar ætlanir, og tí kann hann ikki hækka partapeningin, skuldi tað gjørst neyðugt seinni. Íslendskur bygdargrunnur vil tekna 5 mió, og hevur lænt nevndarformanninum í Smyril Line 5 mió til at seta í. Sostatt má roknast við, at útlendsku íleggjararnir ikki tekna meira partapening, um tørvur verður á tí, skuldi illa vilja til. Hetta ger, at Framtaksgrunnurin og Landskassin noyðast at gjalda tað, sum skal til, um illa vil til, og skipið møguliga er á veg av landinum. Talan verður tá um 100-400 milliónir. Hetta skal eisini havast í huga, tá parta-peningur møguliga skal teknast.
Niðurstøða og áheitan á allar løgtingsmenn
Út frá hesum upplýsingum kunnu vit siga, at um Løgtingið ikki teknar partapening í Smyril Line, og eingin annar heldur ger tað, fer felagið á húsagang 2. apríl í ár.
Um Løgtingið teknar partapening, fer Smyril Line á húsagang í 2003 ella í seinasta lagið 2004. Tá verður tað neyðugt hjá Løgtinginum at taka um endan. Sanering verður eingin, tí aðrir vilja keypa skipið fyri 525 mió. Tí fæst bert lán til tað sum rutan kann forrenta. Tí kann hugsast, at neyðugt verður við minst 100 mió og møguliga heilt upp í 400 mió í partapeningi, fyri at skipið ikki skal fara av landinum.
Fíggjarætlanin er als ikki undirbygd. Her eru als ongar frágreiðingar. Hvørki góðar ella ivasamar, og tí eigur ikki at koma upp á tal at Landskassin teknar partapening. Regulering í metingunum fyri inntøkur uppá t.d. 15% er skilaleysa lítið. Tað skal nógv meira til, um nakað skil skal verða í. Hetta sigur nakað um trúvirðið í framtíðarætlanini. Hví skal eitt skip, sum kostar 700 mió klára seg í kapping við t.d. Eimskip, sum hevur nógv skip. Allur flotin hjá Eimskip stendur sambært heimasíðu teirra í 350 mió totalt!! Hvør vinnur eina møguliga prískapping??
Framgangsmátin fyri at fáa løgtingsmenn og landsstýri at tekna partapening kann best samanlíknast við mafia metodir. Landsstýri fekk umsøkn við nærum ongari tíðarfreist, men megnaði tó at taka sær tað tíð, brúk var fyri. Andstøðupolitikarar vóru á fundi uttan at hava ráðgevarar við sær, og fingu fyrilagda eina skilaleysa ætlan. Teir vóru sjálvandi ikki førir fyri at seta teir spurningar sum kravdist. Hetta var sum fyrr í tíðini. Argument sum føroyskt felag, stoltleiki landsins o.l. ljóða væl, og 25 mió er ikki nógvir pengar.
Óli Hammer segði í Sosialinum týsdagin 13 februar, at útlendskt reiðarí ynskti at tekna 51% av partapeninginum. Sostatt er eingin vandi fyri at rutan verður niðurløgt. Tí er rættasta loysnin, at lata hetta ónevnda norðurlendska reiðarí yvirtaka Smyril Line.
Á hendan hátt varveita vit øll arbeiðsplássini. Landskassin sleppur undan at blanda seg, og alt kann koyra sum vanligt. Harumframt fáa vit eitt stásiligt nýtt skip.
Quick Poll kanning í Sosialinum vísti, at 67% vóru ímóti at tað almenna teknaði partapening í Smyril Line, og tí gevur tað ikki atkvøður at stemma fyri. Heldur tvørturímóti
Eg havi sæð ymiskt annað tilfar, sum eg ikki kann koma inn á her. Harumframt havi eg frætt nógv álítandi leysatíðindi, sum styrkja meg enn meira í trúnni um, at hendan ætlanin hjá Smyril Line er púra skilaleys.
Tí fari eg at heita á allar løgtingsmenn um at biðja um at fáa grannskoðarameting av fíggjarætlan og eisini at fáa grannskoðaðan roknskap fyri ár 2000 frá Smyril Line áðrenn tað kemur upp á tal at viðgera uppskot javnaðarfloksins um at tekna partapening í Smyril Line.
At enda fari eg staðiliga at heita á allar tingmenn um at atkvøða ímóti hesum uppskoti.
Teir sum kalla seg liberalar siga sjálvandi nei av politiskum orsøkum. Men eg havi tó hoyrt, at onkur sambandsmaður og onkur fólkafloksmaður ætla at atkvøða fyri uppskotinum. Til sosialistarnar vil eg siga, at tað er betri at hugsa seg væl um. Neyðugt verður óiva við hundra tals milliónum avtrat longu ár 2004, um ikki áðrenn. Til Hergeir og Finnboga vil eg siga, at tað verður so mikið minna til at fíggja fullveldi!