Hækkanin skal burtur

Javnaðarflokkurin ynskir, at tær 107 mío., sum bríkisveitingin er hækkað við hesi seinastu fýra árini. Eisini leggur flokkurin upp til, at útreiðslurin skulu hækkast við stívliga hundrað millónum



 

?Vit vilja gera inntøkusíðuna soleiðis sum Javnaðarflokkurin vil hava hana, sigur Vilhelm Johannesen, sum hevur lagt broytingaruppskot fyri tingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002.

Seinastu fýra árini er ríkisveitingin hækkað við 107 mío, og hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin ynskir at skava burturav ríkisveitingini.

Hetta er tó ikki tað einasta, ið Vilhelm Johannesen hevur borið niðan í tingið. Hann ætlar nevnliga eisini broytingar á útreiðslusíðuni. Hesar umfata fyri tað nógva eldraøkið. Sum heild er talan um meirútreiðslur, sum fara at kosta landskassanum 98 mío. Tá ið Vilhelm ?bert? ætlar at skerja ríkisveitingina við 107 mío. og ikki 366 míó, so kann hetta eftir øllum at døma betala seg fyri Javnaðarflokkin og landskassan.

? Hesi uppskot eru í tráð við tann politikk, sum Javnaðarflokkurin hevur stungið út í kortið, sigur Vilhelm Johannesen.

Javnaðartingmaðurin hevur, eins og umboðini hjá Sambandsflokkinum, hug til at kritisera Landsstýrið fyri at forsøma almannaøkið.

Vilhelm ivast í, hvussu góðar móttøku hetta uppskotið hjá honum fer at fáa, men hann vónar, at undirtøkan verður fyri hansara uppskotið.

Tað verða tó fyrst broytingarnar viðvíkjandi útreiðslunum, sum koma fyri atkvøðugreiðslu í tinginum, áðrenn uppskotið um ikki at skerja ríkisveitingina so nógv, ið higartil er ætlað.

Skuldu tað hent, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum ella Sambandsflokkinum verður samtykt, so noyðist Landsstýrið mestur ein túr til Danmarkar.