Fyri nøkrum vikun síðani tók marknaðarleiðarin á Smyril Line, Hendrik Egholm, við sum stjóri á Shell, har hann avloysti Hákun Djurhuus. Hesin er nú valdur til nevndarformann í Smyril Line Tað er Framtaksgrunnurin, sum hevur valt Hákun Djurhuus í nevndina í staðin fyri Andras Róin, ið sum kunnugt nú er stjóri í Smyril Line.
Leif Abrahamsen er eisini farin úr nevndini, og fyri hann er valdur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Tað er ein annar stórur partaeigari, TF Holding, sum hevur valt Vilhelm Petersen í nevndina hjá Smyril Line.
Spurdur um hvørji mál hann hevur sett sær sum formaður, sigur Hákun Djurhuus, at enn er hetta so nýtt, at hann fyrst má seta seg inn í felagið, áðrenn hann kann siga nakað ítøkiligt.
- Fremsta uppgávan hjá eini nevnd og nevndarformanni er at vera sparringspartnari hjá stjóranum, sigur Hákun Djurhuus.
Hann vísir á, at frá at geva hall javnvigaði úrslitið í fjør, og nú er so uppgávan at fáa avlop á raksturin.
Tveir teir seinastu nevndarformennirnir í Smyril Line er sjálvir blivnir stjórar í fyritøkuni. Fyrst Tummas Magnussen, ið kom inn fyri Óla Hammer og síðani Andras Róin, ið avloysti Tummas Magnussen.
Spurdur um hann fer at fylgja hesi traditiónini, sigur Hákun Djurhuus flennandi, at tað ætlar hann ikki.
- Andras Róin kann vera púra róligur. Hann hevur gjørt tað gott sum stjóri í Føroya Tele, og tað vænti eg eisini, at hann fer at gera í Smyril Line, sigur nývaldi nevndarformaðurin í Smyril Line.
Hinir báðir nevndarlimirnir í felagnum eru íslendingurin, Jónas Halgrimsson og hetlendingurin, Robert Hunter.