Hált í støðum í morgun

Landsverk sigur á heimasíðuni í morgun, at tað er hált í støðum kring landið. Tí mátararnir siga, at tað er hált á Dalavegnum til Viðareiðis. Tað er hált í Klaksvík á Gerðabøi og tað er hált á Tjørnuvíkarvegnum.

 

 

Danska veðurstovan DMI sigur í morgun um veðrið í dag, at tað verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 - 10 m/s. Í kvøld veksur vindurin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 - 15 m/s. Tað verður turt við nakað av sól, men í kvøld og í nátt meira skíggjað og framvegis turt. 

 

 

Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.