Hálvfinalistarnir funnir

Sviar rukku akkurát ikki hálvfinalunum, meðan Norra og Russland eru stórfavorittar at røkka finaluni. Síðsta umfar í millumspælinum førdi ikki tey heilt óvæntaðu úrlsitini við sær

EM-hondbóltur:


Síðsta umfarið í millumspælinum í EM-endaspælinum hjá kvinnum var á skránni í gjár. Hetta umfarið hevði ikki tey heilt óvæntaðu úrslitini við sær. Hálvfinalistarnir eru funnir í øllum góðum, og serliga Frakland hevur tikið øll á bóli við góðum úrslitum gjøgnum alla kappingina.
 
Norra enn ósigrað
Í millumbólki 1 var undan síðsta dystinum líkt til, at Norra og Týskland fóru at røkka hálvfinalunum. Norra var undan síðsta dystinum einasta ósigraða liðið í bólkinum, og vunnu tær dystin ímóti Ungarn, so høvdu tær eitt trygt fyrsta pláss í skjáttuni.
Norska liðið megnaði eisini at vinna dystin við trimum málum. “Jenterne” úr grannalandinum fyri eystan vístu rættiligan liðinnsats, har allir leikararnir stríddust fyri hvørjum øðrum. Sjálvt um Ungarn spældi ein góðan dyst, so var Norra bara betri, og hetta var eisini nokk til at fáa sætta sigurin á rað í hús. Norsku kvinnurnar høvdu enn tá ráð til at vísa flott hondbóltsspæl, og serliga Katrine Lunde hevði fleiri góðar detaljur í dystinum.
Við sigrinum til Norra vóru týsku kvinnurnar tryggjaðar víðari luttøku til hálvfinalurnar. Týska liðið vísti ikki sama góða spælið, sum tær hava gjørt í undanfarnu dystunum, men tær gjørdu tó teirra skyldu, og vunnu síðsta dystin ímóti botnliðnum, Makedonia, við trimum málum.
Síðsti dysturin í bólkin hevði ongan týdning, tí hvørki Pólland ella Eysturríki høvdu møguleika at koma víðari. Pólland vann tó henda dystin 33-24.
 
Svøríki dró svart
Í seinna millumbólkinum var Russland tryggjað fyrsta plássið undan síðsta umfarinum, tí tær vóru heili fýra stig frammanfyri næstu liðini. Vertirnir úr Svøríki høvdu tó verið heilt stóru upplivilsi í hesum bólkinum í millumspælinum. Frá at liggja á aftasta plássi, tá bólkurin byrjaði, so høvdu tær vunnið seg fram á annað plássið undan seinasta dystinum. Vunnu tær síðsta dystin ímóti Fraklandi, so høvdu tær tryggjað sær víðari luttøku.
Svensku kvinnurnar megnaðu tó ikki at halda góðu gongdini. Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki, men í seinna hálvleiki drógu fronsku kvinnurnar frá. At enda høvdu tær vunnið dystin við fimm málum, og sostatt lá Frakland ná á øðrum plássi, sum kundi tryggja teimum eitt hálvfinalupláss.
Plássið var tó ikki tryggjað, fyrrenn dysturin ímillum Russland og Spania var liðugur, tí vann Spania henda dystin, so kundu tær koma fram á annað pláss. Russland hevði eisini valt at spara fleiri av bestu leikarunum, men hetta tóktist ikki at nerva hinar leikararnar.
Russland vann nevniliga tryggan 7-mála sigur, og sostatt kundu fronsku kvinnurnar gleðast, tí nú vóru tær víðari til hálvfinalurnar.
Í síðsta dystinum í bólkinum skuldu Danmark og Kroatia spæla um síðsta plássi. Henda dystin vann Kroatia við fýra málum, og sostatt bleiv danski niðurtúrurin fullkomin. Tær endaðu aftast í bólkinum, og endaðu á einum 11. plássi í kappingini.
 
Hálvfinalurnar klárar
Nú er so greitt, hvørji lið eru komin í hálvfinlurnar. Í aðrari hálvfinaluni møtast Norra og Frakland, meðan Russland og Týskland bresta saman í hinari.
Russland og Norra mugu metast sum stórir favorittar at røkka finaluni, men bæði Týskland og Frakland hava víst gott spæl í kappingini, so ikki er óhugsandi, at hesi bæði megna at leypa hvøkk á favorittarnar. Báðar hávlfinalurnar vera á skránni leygardagin.