Hálvfinalurnar

Nú er greitt, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Løgmanssteypið

Eftir útsetta dystin millum EB/Streym og B36 mikukvøldið, er nú greitt, hvussu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu leikast.
Her verður farið fram soleiðis, at tveir dystir verða leiktir. Hin fyrri nú sunnudagin kl. 15.00 meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni annan sunnudag. Altso 18. mei.
Fyrri dystirnir verða annars soleiðis, at B36 og KÍ spæla í Gundadali undir leiðslu av Oddmar Andreasen. Í Runavík verða tað so NSÍ og GÍ, sum skulu dystast, og verður tað Niklas á Líðarenda, sum skal døma tann dystin.